Forsætismálaráðharrin, løgmaður og landsstýrisformaðurin í Grønlandi hava gjørt avtalu um at fara undir eina røð av tiltøkum, sum m.a. fara at styrkja vitanina hjá dønum um Føroyar.
25 mió.kr. eru settar av til endamálið á donsku fíggjarlógini komandi fýra árini.
Pengarnir fara millum annað til dokumentarframleiðslu, ferðastudning til ferðir hjá donskum skúlaflokkum til Føroyar ella Grønlands, og til vinningar í sambandi við serritgerðskapping. Tað kemur fram í svari, sum Sjúrður Skaale hevur fingið frá danska Mentamálaráðnum, Undirvísingarmálaráðnum og í Granskingar- og útbúgvingarmálaráðnum.
Umframt hetta varð ein fólkaskúlaavtala gjørd í desembur, sum skal tryggja, at undirvísing um Føroyar og føroysk viðurskifti verður ein obligatoriskur partur av undirvísingini hjá donskum næmingum.
– Eg fegnist um hetta, tí Javnaðarflokkurin hevur arbeitt nógv við tí á Fólkatingi, sigur Sjúrður Skaale. Tað byrjaði við eini stórari kanning, sum vísti, at vitanin hjá dønum um Føroyar var avmarkað. Hetta fekk nógva umrøðu í miðlunum og síðani hevur flokkurin óteljandi ferðir á Fólkatingi eftirlýst, at danskir næmingar læra um Føroyar í skúlanum. Vit hava eisini víst á skeivleikar í tí undirvísingartilfari, sum var um Føroyar – og tað er blivið rættað.
– Hetta hevur alt skumpað undir tey stig, sum nú eru tikin. Allir partar ásanna, at skal ríkisfelagsskapurin fungera væl, er ein fortreyt, at vit vita nakað um hvønn annan.




