Hin 11. oktober var Runavíkar býráð savnað í Saltangará fyri at leggja fíggjarárið 2019 til rættis. Eftir drúgføran fund varð samfeld semja gjørd um, millum allar býráðslimirnar, hvussu Runavíkar kommuna skal rekast á fíggjarliga mótinum næsta ár.
Í kvøld – 31. oktober – var fyrsta viðgerð av FÆ2019 á almennum býráðsfundi. Politiska semjan, gjørd frammanundan, var grundarlagið undir uppskotinum, og býráðið alt tók undir við tí. Onnur og endaliga viðgerðin verður á almennum býráðsfundi hin 29. november 2018.
Raksturin hækkar við 2,6%´um. Barnafrádrátturin hækkar við 1.500 krónum fyri barnið – úr 6.500 uppí 8.000 krónur. Skattaprosentið verður tað sama, ongin lántøka verður framd, hinvegin er ætlingin at gjalda skuldina niður við 13 milliónum krónum í 2019. Í løtuni er skuldin komin niður á 57% av einari álíkning. Íløgufæið í 2019 er samsvarandi ætlanini 45,6 milliónir krónur.
Íløgumegin er nýggja bryggjan undir Høgabóli liðug, bara ravmagnsparturin er eftir, og í løtuni verður grót úr Eysturoyartunlinum ført av Strondum yvir í økið norðanfyri verandi havnarlag í Saltangará. Fyrireikingar verða longu nú gjørdar til tað, at fara undir gerð av eini 40 metra breiðari rampu, til rullandi flutning, í norðara enda á oljubryggjuni, – tí verður grótið lagt soleiðis, at skjøtil kann setast á hesa verkætlan, táið grótið úr tunlinum er komið til høldar einaferð næsta ár.
Onnur verkætlan, ið liggur fyri framman, er ætlaða svimjingarhøllin. Í vikuni verður arbeiðstilfarið flýggjað fyritøkunum, sum skulu luttaka í arkitektakappingini hesum viðvíkjandi. Luttakandi arkitektarnir hava eftir tað eina freist á tríggjar mánaðir til at senda uppskot síni inn, sum eftir tað verða viðgørd í metingarnevnd, umsiting, býráðsnevndum og býráði.
8 milliónir eru settar av til útstykkingar í 2019. Arbeitt verður í Leitishaganum í Saltangará-Runavík økinum, í Rituvík, í Søldarfirði og skjótt verður farið í holt við at stykkja út á Skála. Hetta snýr seg um væl omanfyri hundrað búeindir, og rættiliga stórur áhugi er hjá fólki at fáa sær tak yvir høvdið í økinum. Spillivatnsætlanin heldur fram hagartil komið er á mál, og 3,8 milliónir krónur eru settar av í 2019. Væleydnaða royndin við nýggju vallarljósunum í Runavík hevur nú tað við sær, at sama skipan verður sett upp við vøllin á Skála í 2019. Frameftir ætlar Runavíkar kommuna at gera væl meiri við at røkja sínar ognir, tí er hálv sætta millión sett av til tað endamálið. Annars er eitt yvirlit yvir íløgurnar niðast í hesum skrivi.
Runavíkar býráð hevur valt at reka kommununa í 2019 innanvert egnu uppdrift, soleiðis, at neyðugt verður ikki at taka upp lán í næsta fíggjarári. Tað ber ikki til at taka lán til rakstur, heimildir eru ikki fyri hesum, men kommunan ætlar heldur ikki at læna pening til íløgur í 2019.
Fíggjarkarmurin:
Samtyktur at vera 216.500.000 kr.
Inntøkur:
Persónsskatturin er mettur til 160.000.000 kr.
Felagsskatturin er mettur til 24.000.000 kr.
Eftirlønarskatturin er mettur til 32.500.000 kr.
Rakstur:
Samlaða rakstrarútreiðslan er sett til 152.400.000 kr.
Fíggjarkostnaðurin verður 5.500.000 kr.
Afturrindan av skuld er ásett til 13.000.000 kr.
Íløgur:
Ætlandi verða íløgur gjørdar fyri 45.600.000 kr.
Raksturin skipaður á økjum:
Kommunal fyrisiting 14.465.000 kr.
Almannamál (eldraøkið ítalt) 57.615.000 kr.
Børn og ung 32.627.000 kr.
Undirvísing 13.855.000 kr.
Mentamál 10.460.000 kr.
Teknisk mál 16.421.000 kr.
Kommunal virki 6.957.000 kr.
Viðmerking: Havnirnar í Runavíkar kommunu (vanliga róptar Runavíkar havn) eru partar av kommunalum virkjum og væntast at geva 6.474.000 krónur í yvirskoti fyri árið 2019.
Íløgurnar skivaðar á økir – 45.600.000 kr.:
Runavíkar kommunala søga 440.000 kr.
Ábøtur, nýgerð og umvælingar avbygningum 5.550.000 kr.
Heilsudepilin í Runavíkin 300.000 kr.
Akfør og maskinamboð 980.000 kr.
Tekning og ætlan av ansingarstovni (Glyvrar) 750.000 kr.
KT-íløga í kommunalu skúlunum 500.000 kr.
Svimjihøllin 1.900.000 kr.
Gula Smiðja – Ítrivshús 800.000 kr.
Ljóðútgerð í Løkshøll 250.000 kr.
Kykmyndaætlan 250.000 kr.
Fornminni 300.000 kr.
Skýlið og økið kring um vøllin í Runavík 300.000 kr.
Ljós við fótbóltsvøllin á Skála 3.600.000 kr.
Ítróttarøki í Oyndarfirði 300.000 kr.
Marmennilin í Elduvík 250.000 kr.
Vetrarfriðing í Funningsfirði 300.000 kr.
Miðbýarætlanin 3.000.000 kr.
Útstykkingar 8.000.000 kr.
Kirkjugarðar 1.895.000 kr.
Spillivatnsætlanin 3.800.000 kr.
Rimaverk um ovaru brúnna í Funningi 185.000 kr.
Asfaltering Glyvravegur – Heiðavegur 1.700.000 kr.
Farsetingarstøð við Glyvra skúla 250.000 kr.
Gøtan um Toftavatn 150.000 kr.
Gøta í Rituvík 700.000 kr.
Bygdagøtan Lamba-Glyvrar (Søldarfjørður) 200.000 kr.
Ljós á bryggjuni undir Høgabóli 1.800.000 kr.
Keyp av gróti úr Eysturoyartunlinum 5.000.000 kr.
Rampa til rullandi flutning við Oljubryggjuna 1.000.000 kr.
ISPS-stik og grindir 400.000 kr.
Havnagerð á Skála 500.000 kr.
Glyvra Strond 250.000 kr.
Í dag búgva 4.021 fólk í Runavíkar kommunu, og ynskir onkur at fáa meiri at vita um fíggjarætlanina 2019, ber til at ringja á fartlf. no. 237015.
Táið FÆ2019 er endaliga samtykt á býráðsfundinum í november, verður hon í síni heild løgd út á heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu.
Tórbjørn Jacobsen,
borgarstjóri,
Runavíkar kommuna.




