Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

27 lærlingar fáa prógv

Jóhann Lützen

Fríggjadagin fingu 27 lærlingar prógv á Tekniska Skúlanum í Klaksvík. 5 í elektrikarafakinum, 8 í timburfakinum og 14 í maskinfakinum.

Nógv vóru komin at hátíðarhalda sveinarnar og varð tað tí ein hugnalig og heiðurlig løta við felagssangi og røðum. Gestarøðari hesaferð var Leivur Hansen frá JT-electric.

TSK ynskir lærlingum, læruplássunum og avvarandi hjartaliga til lukku við útbúgvingini.

Sí fleiri myndir her.