Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

281 mió. orsøkir at velja rætt

Jógvan Skorheim

Seinastu skjótt 4 árini hevur núsitandi borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu fleiri ferðir – seinast í Dimmalætting herfyri – ført fram, at tað hevði verið eitt stórt fíggjarligt upptak eftir undanfarna býráð, sum brúkti ov nógvan pening, meðan hetta valskeiðið er farið til at tryggja búskapin. Trupulleikin við hesum pástandum er bara tann, at teir hava ikki hald í veruleikanum!

Sum fyrrverandi borgarstjóri, ið sat við róðrið her í kommununi í 8 ár áðrenn hetta valskeiðið, havi eg nakrar ferðir hoyrt setningar sum, at “tú brúkti so nógvar pengar”, “tað var sett so nógv í gongd”, “núsitandi borgarstjóri fær einki gjørt av íløgum” o.s.fr.

Jú, tað var nógv ferð á útbyggingini av býnum tey árini, eg var borgarstjóri, og eg eri errin av, at hetta varð gjørt av einum samdum býráð.

Áðrenn vit tóku við, var býurin afturúrsigldur á fleiri økjum, eitt nú við manglandi vinnu- og íbúðarøkjum, manglandi miðbýi o.s.fr.

 

Vit løgdu og fylgdu
neyvum ætlanum

Tær ætlanir, vit tá løgdu og síðan framdu í verki, gera, at vit í dag – og komandi árini – fara at síggja fleiri 100 nýggjar bústaðir í okkara kommunu. Hetta lat seg bert gera við neyvari býarplanlegging og fokus á samstarv.

Okkara stóra skúlaútbygging, har vit rindaðu góðar 100 mió. kr. kontant, gjørdi, at nýggjar verkætlanir kravdu lántøku. Tað var eitt bragd í sær sjálvum, at vit megnaðu at byggja og gjalda fyrsta byggistig av skúlabyggingini uttan lántøku.

Her er vert at hava í huga, at hesir íløgusáttmálar, ið eg sum borgarstjóri skrivaði undir, vóru allir einmælt samtyktir av býráðnum, herundir skúlabygging, Bláa Skýlið, rennibreyt, vatnútbygging, miðbý, ídnaðarøkið, spillivatnskipan, havnagerð og íbúðarøki.

Vit vóru fullgreið yvir, at lántøka fór at verða neyðug í sambandi við útbyggingarnar av ídnaðarøkinum við Borðoyarvík og íbúðarøkinum uppi á Fossum. Hetta var eisini innarbeitt í okkara langtíðarætlan.

 

Skuldin er økt við knapt
200 mió. í hesum valskeiðnum

Tá ið eg tann 31. desember 2020 lat lyklarnar frá mær, og núverandi borgarstjóri tók yvir postin sum formaður í fíggjarnevndini, var skuldin hjá Klaksvíkar kommunu 242,8 mió. kr.

Trý ár seinni – við árslok 2023 – var skuldin økt upp í 400,1 mió. kr., sum í hesum árinum (2024) er økt við uml. 30 mió. kr. afturat, so helst endar hetta árið og valskeiðið við, at skuldin hjá Klaksvíkar kommunu kemur upp á uml. 430,1 mió. kr., sum táttar í einari øking á knapt 200 mió. kr. upp á 4 ár!

Tað hevur einki við veruleikan at gera, tá ið sagt verður, at núsitandi býráðsleiðsla hevur arbeitt við at halda aftur fíggjarliga, hvørki í rakstri ella innan íløgur.

 

Hetta býráðið gjørt fleiri
íløgur enn undanfarna

Um vit fyrst taka íløgusíðuna, so vísa almennu roknskapartølini hjá Føroya Gjaldstovu hesar upphæddir:

 

Íløgur 2017-2020    379.513.000 kr.

Roknskapur 2017       78.427.000 kr.

Roknskapur 2018       75.864.000 kr.

Roknskapur 2019       106.293.000 kr.

Roknskapur 2020       118.929.000 kr.

 

Íløgur 2021-2024    394.441,000 kr.

Roknskapur 2021    148.771.000 kr.

Roknskapur 2022    112.438.000 kr.

Roknskapur 2023       55.632.000 kr.

Fíggjarætlan 2024      77.600.000 kr.

 

Her skal skoytast uppí, at við árslok 2020 vóru 134,2 mió. kr. bundnar til sáttmálabundið íløguarbeiði, sum var í gongd. Av hesum skuldu tó 21 mió. kr. koma innaftur við sølu av grundøkjum, so netto var talan um 113,2 mió. kr. í sáttmálabundnum arbeiðum pr. ultimo 2020. Hetta kann lesast í roknskapinum fyri 2020.

Kortini hevur sitandi borgarstjóri, síðan hann tók við, játtað og brúkt 394,4 mió. kr. til íløgur í hesum valskeiðnum.

Tað er alt í lagi at skylda upp á undanfarnu leiðsluna, tá ein júst hevur tikið við ábyrgdini sum borgarstjóri, men tað er ikki í lagi at frásiga sær ábyrgd á henda hátt eftir fýra ár við róðrið og eftir brúk av 394,4 mió. kr. bara til íløgur!

Gløggi lesarin kann sjálvur gera sínar metingar.

 

Hetta býráðið økt árliga
raksturin við 47,4 mió. kr.

Ein annar týðandi partur av ábyrgdini hjá eini og hvørjari býráðsleiðslu er at tálma vøkstrinum í rakstrarútreiðslunum, so tær ikki gerast ein so stórur partur av inntøkunum hjá kommununi, at einki avlop verður til íløgur, sum krevjast, um kommunan framhaldandi skal mennast og dagførast.

Eisini her eru tølini verri í hesum valskeiðnum enn í árunum frammanundan.

Árini frá 2015-2020 var lutfallið millum inntøkur og rakstur í miðal 71,2%. Tað vil siga, at av hvørjum 100 krónum í inntøkum fór raksturin avstað við 71 krónum og 20 oyrum.

Hesi skjótt 4 árini, ið núsitandi borgarstjóri hevur sitið við borðendan í Fíggjarnevndini, er hetta talið hækkað upp í 80,1%. Tað vil siga, at av hvørjum 100 krónum í inntøkum fer raksturin nú avstað við 80 krónum og 10 oyrum.

Í krónum er árligi raksturin síðan 2020 øktur við 47,4 mió. kr., og hesum hækkingum kann eingin annar enn núverandi býráðsleiðsla hava ábyrgdina av.

 

281 mió. orsøkir at velja rætt

Eg byrjaði við at siga, at tað vóru 281,2 mió. orsøkir at velja rætt.

281,2 mió. kr. eru nevniliga tað, sum núverandi býráðsleiðsla hevur brúkt meiri til íløgur enn tað, sum býráðið, undir mínari leiðslu sum borgarstjóri, hevði sáttmálabundið kommununa við. Tað svarar til 3 ferðir so nógv.

Í 2020, tá eg lat lyklarnar frá mær, vóru árligu inntøkurnar 295,4 mió. kr.

í 2023 vóru inntøkurnar hækkaðar upp í 344,9 mió.  og væntað verður út frá inntøkuvøkstrinum higartil í ár, so verða samlaðu inntøkurnar uml. 354 mió. kr.

Sostatt er samlaði akkumuleraði inntøkuvøksturin fyri alt tíðarskeiðið 126,6 mió. kr. Tað er tað sum er komið í kommunukassan afturat síðani 2020.

Um rætt var atborðið, so hevði inntøkuvøksturin einsamalt kunna fíggjað íløgurnar, sum eitt samt býráð hevði valt at gjørt í undanfarnu setu.

Pengar hava sostatt ikki trotið hesi seinastu 3-4 árini. Heldur er tað viljin og styrkin at raðfesta, sum manglar.

 

Klaksvík, september 2024
Jógvan Skorheim