KÍ vísti ræðandi styrki áðrenn steðgin, sum nú verður í tríggjar vikur vegna steypakapping og landsdystir.
Úrslitini hjá KÍ síðstu fimm dystirnar:
07 Vestur-KÍ 0-5
KÍ-B36 4-0
07 Vestur-KÍ 0-9
KÍ-B68 8-0
NSÍ-KÍ 0-3
KÍ hevur sostatt fimm sigrar á rað við málmuninum 29-0. Tað er helst besta formkurvan yvir fimm dystir hjá nøkrum føroyskum liði í nýggjari tíð.




