Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

29 mio. kr. til fyritøkur i Útnorði í fjør

Tíðindaskriv

Virksemið hjá Menningargrunni Útnorðurs -Vestnordenfonden – er at læna pengar út til fyritøkur í Føroyum og Grønlandi, og harvið verða vid til at menna eitt fjøltáttað og kappingarført vinnulív í Útnorði.

 

 

Menningargrunnur Útnorðurs veitir lán til fyritøkur í sambandi vid til dømis keyp av bygningum, maskinum og bátum.  Grunnurin veitir ikki rakstrarfígging.

 

Grunnurin veitti 12 nýggj lán í 2022 á eina samlaða upphædd á 29 mio. kr.

4 lån vórðu veitt í Grønlandi á tilsamans 13,5 mio. kr. og

8 lån vórðu veitt í Føroyum á tilsamans 15,5 mio. kr.

 

Samlaðu útlånini eru 60 mio. kr. við árslok 2022.

 

Lánini hjá Menningargrunni Útnorðurs eru býtt soleiðis millum vinnugreinar:

Hotel og ferðavinna                                    35%

Handverk og smáídnaður      39%

Fiskiídnaður og aling                                  8%

Flutningur                                                  10%

Aðrar vinnur                                               8%