Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

3 dømi uppá, hví tað er gott, at summi tora at hugsa vilt og at gera feilir

Tíðindaskriv

Rane Willerslev fer á temadegnum, tann 24. september 2021, at tosa um, hví tað hevur so stóran týdning at vit hugsa vilt. At onkur hugsar vilt.

 

#1 Viagra

Í 90’unum hugsaði Pfizer vilt (ja, eg veit, Pfizer, sum vit øll næstan eru uppá fornavn við:). Pfixer brúkti nógva tíð og pengar uppá at menna ein heilivág, sum skuldi hjálpa fólki við bróstpínu. Heilivágurin virkaði ikki. Men har var eitt hjáárin. Heilivágurin Viagra varð uppfunnin.

 

#2 Penisillin

Alexander Fleming hugsaði vilt í 20’unum, tá hann arbeiddi við at gera royndir við stafylokokkum. í 1928 fór hann í summarferiu. Tá hann kom aftur á rannsóknarstovna varnaðist hann, at soppur var komin í hansara stafylokokroyndir. Soppurin hevði gjørt av við bakteriurnar í royndunum. Ístaðin fyri at vera harmur um hetta, kundi hann vera sera stoltur av, at hava uppfunnið penisillin.

 

#3 Coca Cola

Síðst í 1800’talinum, fekk John Pemberton tað villa hugskot, at coca-bløð og cola-nøtir (ja, eg visti heldur ikki, at coca og cola var nakað “ordiligt”;), kundu hjálpa uppá høvuðpínu, so hann fór at eksperimentera. Av óvart varð tilfarið blandað saman við brúsandi vatni. Hetta gav honum íblástur til at uppfinna Coca Cola.

Soleiðis kunnu vit reksa upp eina røð av týdningarmiklum uppfinningum, sum hava sín uppruna í, at onkur hevur torað at hugsað vilt og ikki minst at gjørt feilir.

 

Rane Willerslev

HUGSA VILT

Rane Willerslev fer á temadegnum, tann 24. september 2021, at tosa um, hví tað hevur so stóran týdning at vit hugsa vilt. At onkur hugsar vilt.

Rane Willerslev hevur sera nógvar – og villar – royndir. Hann er ein fantastiska inspirerandi fyrilestrarhaldari, sum tú kanst gleða teg til at hoyra hann, saman við 2 øðrum víðagitnum kapasitetum, nevniliga Svend Brinkmann og Tor Nørretranders.

 

Introprísur | Tekna teg seinast 25. februar 2021

Synergi bjóðar teimum skjótu ein introprís til temadagin. Og um tit eru 5 fáa tit 10% av introprísinum. Og eru tit 10 fáa tit 15% av introprísinum 

 

 

Les alt um temadagin her >>