Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

3 dupult jólatrøll

Absalon í Buð

2014 setti F.M.R., niður arbeiðsbólk, at viðgerða friðingar. Harímilum stongdu kassarnar og trolfríðu økini.

Tá havt verður í huga, at flestu av økjunum vóru gjørd, sum konsensus millum alla vinnuna og allar aðrar mynduleikar.
 
Metti bólkurin settur var 2014, at umboðanin í bólkinum, var ov smøl, at viðgerða og finna fram eitt nýtt konsensus, um økini.

Bólkurin heitti tí  S T A Ð I L G A  á F.M.R., at seta ein breiðan bólk B E I N A N V E G I N. og fáa arbeiðið frá hondini  sum skjótast.
 
Minnast til semjan 1996, hevði ymisk “kriterir” T.d. halda veiðibólkar atskildar, friða fyri smáfisk o.a.
 
Yvist ikki í, at rætti bólkurin, kundi loyst upp og funnið eina semju skjótt.
 
Men hvat ger F.M.R. Letur setana av bólkinum verða 3 dupult jólatrøll.

Koma nú sum ketta burtúr høvdatrog, og krevja skiljirist frá 1/1 2018, á teimum gomlu fortugdu økjunum.
 
Makan til dugnaloysið,finst valla orð fyri.