Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

30 dagar til kommunuvalið

Jóhann Lützen

Nú styttist av álvara til krossurin skal setast á býráðsvalinum týsdagin 12. november

 

Flest øll valfeløgini í Klaksvíkar kommunu hava kunngjørt síni valevnir. Tað manglar bert Miðflokkurin at kunngera sítt ella síni valevnir. Freistin er 22. oktober. 

Tað verður arbeitt av øllum alvi handan leiktjøldini í løtuni. Norðlýsið er sum vant ein snúðningsdepil har vit longu hava sæð fleiri valevnir skriva um síni hjartamál og hjartasuff á heimasiðu okkara. 

Tað verða tvey bløð givin út hetta til valið – mánadagin 4. november og mánadagin 11. november. Bløðini verða borin út í hvørt heim í Norðoyggjum og eru tískil sera týdningarmikil bindilið millum valevni og veljaran. 

Greinir, lýsingar og annað tilfar til bløðini skulu verða okkum í hendi seinast týsdagin undan útgávudegnum. Sendið á info@nordlysid.fo og tit kunnu ringja til okkum á 221991. 

 

Harleyfacadeacryl