Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

4. umfar flutt til 28. apríl

Tíðindaskriv

Vegna vánaliga veðurforsøgn og broytta vegleiðing um sóttarhald hjá landsliðsspælarunum, verður 4. umfar í Betri Deildini hjá monnum flutt til mikudagin 28. apríl.

——————

Veðrið má sær sjálvum ráða, og soleiðis verður sjálvandi aftur hesaferð. Eftir ætlan skuldu tríggir dystir í 4. umfari í Betri Deildini hjá monnum verða spældir 2. páskadag, mánadagin 5. apríl, og tveir mikudagin 7. apríl.

Men vegna vánaliga veðurforsøgn og broytta vegleiðing um sóttarhald fyri landsliðsspælararnar, hevur kappingarnevndin avgjørt at flyta allar dystirnar í 4. umfari til mikudagin 28. apríl.

Dystirnir, ið talan er um, eru hesir: KÍ – HB, B68 – ÍF, TB – B36, 07 Vestur – EB/Streymur og NSÍ – Víkingur.

Sostatt verður fremsta deildin hjá monnum sparkað í gongd aftur sunnudagin 11. apríl, og tá verður spælt soleiðis: B68 – TB, KÍ – EB/Streymur, ÍF – NSÍ, B36 – Víkingur og HB – 07 Vestur.