Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

400 Farleiðin til Havnar

Frímund Hansen

Samferðslan hevur alt at siga skal øki mennast. Vit vita øll hvat ávirkan ið Norðoyatunnilin hevur havt á øki. Tað er er ikki bara her hjá okkum, soleiðis er í øllum londum og um allan heim. Farleiðin millum stórsti býirnar í landinum er lykilin til alla menning av samfelagnum í síni heild.

Higartil er tað næstan bara bilferðslan sum hevur fingið ágóðan. Bussleiðin er nógv verri fyri nú enn tá Ternan sigldi um fjørðin. Tá koyrdi bussur til allar túrar hjá Ternuni til seint á kvøldi. Nú er tað nær um bara í dagtímunum at busssamband er.

Hetta er ongantíð meir neyðugt og sjálvfylgiligt at uppraðfesta nú Eysturoyartunnilin stendur fyri. Herfyri frættist um samstarv millum høvuðsstaðin og Skálafjørðin um eina bussleið. Samskipari er settur á hesum øki. Her er neyðugt at Klaksvíkar Kommuna beinanvegin blandar seg í hetta samstarv sum ein konstruktivur viðspælari. Tað er ov dýrt um Klaksvíkin verður hekta av í hesum spæli.

Ikki minni enn hálva hvønn tíma, frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi, eigur at verða busssamband við Høvuðsstaðin. Hetta er tvingandi neyðugt um t.d. vælútbúgvin fólk sum velja at seta seg niður í norðurøkinum skulu fáa lut í vælgoldnu størvunum í høvuðsstaðnum. Eisini fyri yngra og eldra fólki sum ikki hevur bil er meir hugaligt at vera í økinum um tey ómakaleyst álíkavæl røkka tiltøkum fyriskipa aðrastaðir. Ferðslan gongur tó báðar vegir og er bussleiðin minst líka góð fyri handils, skúla og menturnarlívið her sum har.

 

Við Klaksvíkskvøðu

Frímund Hansen
Um Eiði 8
Svínoy