Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

4082 hava valrætt í dag – 40 fleiri enn í 2020

Jákup Ósá

Forkvinnan í valstýrinum í Klaksvíkar kommunu, Eydna Klakkstein Thomsen, sigur, at 4082 fólk hava valrætt í dag í Klaksvíkar kommunu.

Hetta eru 40 fleiri enn í 2020, tá 4042 fólk høvdu valrætt. Fleiri skeiv tøl hava koyrt í miðlunum síðstu dagarnar, men hetta eru tey røttu.

 

Vegna eitt innslag í KVF í gjárkvøldið um, hvussu nógv hava valrætt í Klaksvíkar kommunu, so komu skeiv tøl fram í tí sendingini. Av somu orsøk fór Norðlýsið at kanna tølini av nýggjum í morgun og tá hevur ein misskiljing gjørt, at vit hava fingið skeiv tøl (bara fyri valstaðið í Klaksvík), sum vit hava skrivað vóru fyri alla kommununa. Tølini sum Norðlýsið skrivaði allar sínar greinar útfrá í gjár vóru røtt, men hesi skeivu tølini frá KVF førdu til óvanliga nógv skeiv tøl. Rætta talið er 4082 í 2024 ímun tl 4042 í 2020.

Greinin er rættað kl. 13.29.