24 menn og 17 kvinnur bjóða seg fram til býráðsvalið 12. november
Vit hava hugt at teimum uppstillaðu til býráðsvalið í Klaksvíkar kommunu týsdagin 12. november og eisini samanborið tølini við seinasta býráðsval í 2020.
- Hesaferð eru 41 valevnir uppstillaði ímóti 37 seinast.
- Tað eru 24 menn og 17 kvinnur uppstillaðar. Seinast vóru 25 menn og 12 kvinnur uppstillaði
Og hyggja vit so at flokkunum einsæris
- Fólkaflokkurin hevur 11 valevnir hesaferð, 9 menn og 2 kvinnur. Høvdu 10 valevnir seinast, 6 menn og 4 kvinnur
- Sambandsflokkurin hevur 6 valevnir hesaferð, 4 menn og 2 kvinnur. Høvdu 3 valevnir seinast, bara menn
- Javnaðarflokkurin hevur 8 valevnir hesaferð, 2 menn og 6 kvinnur. Høvdu 7 valevnir seinast, 4 menn og 3 kvinnur
- Sjálvstýri hevur 8 valevnir hesaferð, 5 menn og 3 kvinnur. Høvdu 9 valevnir seinast, 7 menn og 2 kvinnur
- Tjóðveldi hevur 7 valevnir hesaferð, 3 menn og 4 kvinnur. Høvdu 7 valevnir seinast, 4 menn og 3 kvinnur
- Miðflokkurin hevur 1 valevni hesaferð. Onki seinast.




