Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

4.300 vitjaðu Atlantic Fair

Oliver Joensen

Stóra maritima klaksvíksmessan Atlantic Fair fekk aftur í ár stóra undirtøku. Áki í Skemmuni, fyrireikari og stjóri á messuni sigur, at hann er sera væl nøgdur við tiltakið í ár. Tað sýnist sum um at royndirnar vit hava gjørt øll hesi árini í Klaksvík, gera okkum betur til at loysa allar spurningar í sambandi við eitt slíkt tiltak.

Í ár gekk somikið væl at selja plássini á stevnuni, at tað var rættuliga tíðliga at útselt var og fyritøkur, eisini í Føroyum, vóru ov seinar fram at.

4.300 vitjaðu sum sagt í ár, samanborið við 2017 tá 3.600 vitjandi stukku inn á gólvið, sigur Áki í Skemmuni og leggur afturat, at enn er ikki fastlagt nær stevnan verður aftur í 2021 í Klaksvík, tí hetta veldst um nær stóra messan í Bruxelles verður løgd í 2021. Tað vita vit í apríl í komandi ári, og tá verður dagurin fyri Atlantic Fair 2021 eisini fastlagdur.

190 fyritøkur úr 20 londum vitjaðu Atlantic Fair í ár.