Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

7 KÍ leikarar á landsliðnum

Norðlýsið

KÍ er enn einaferð væl umboðað á landsliðnum hjá kvinnunum. 7 leikarar hava fingið boð, nú tveir heimadystir skulu spælast í apríl.

Pætur Smith Clementsen, venjari hjá kvinnulandsliðnum í fótbólti hevur kunngjørt tær 20, ið eru úttiknar til HM undankappingardystirnar móti Grikkalandi og Georgia, sum verða á Tórsvølli 14. og 18. apríl.

Sæð við norðoyabrillum, er gleðiligt at síggja, at 7 leikarar frá KÍ eru úttiknir. KÍ kvinnurnar hava spælt 3 dystir í ár, og hava vunnið allar. Fyrsti dysturin var stórsteypadysturin móti HB, har endaliga úrslitið gjørdist 3-0.

Báðir landskappingardystirnir eru eisini endaðir við sigri, ávikavist við 11-0 og 4-0, móti 07Vestur og NSÍ.

Teir 7 leikararnir, ið eru úttiknir frá KÍ eru:

Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ 
Birita Ryan, KÍ 
Durita Hummeland, KÍ 
Eyðvør Klakstein, KÍ 
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ 
Sanna Svarvadal, KÍ 
Sólja Ernstdóttir, KÍ 

 

Aðrir leikarar, ið eisini eru úttiknir:

Gunnvá Lützen, HB 
Teresa Jacobsen, HB 
Rúna Jacobsen, HB 
Julia Naomi Mortensen, HB 
Sara Samson Shaki, HB 
Súsanna Laksáfoss Godtfred, HB 
Heidi Sevdal, NSÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur 
Rakul Sørensen, Víkingur 
Mona Rasmusdóttir, Víkingur 
Anna Caroline Brændstrup , Gil Vicente (POR) 
Ásla Johannesen , Piteå IF, (SVØ)
Fridrikka Maria Klementsen, ÍBV (ÍSL) 

FSF upplýsir í tíðindaskrivi, at á styrkislistanum hjá FIFA er Grikkaland nummar 60, meðan Georgia er nummar 124. Føroyar eru í løtuni nummar 112 av teimum 198 londunum, sum eru á listanum.