Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

7 námsfrøðingar staðið vegleiðaraskeið

klaksvik.fo

Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum bjóðaði í heyst námsfrøðingum at taka eitt starvslæruvegleiðaraskeið. Endamálið við skeiðnum er at menna starvsfólk til uppgávuna at hava starvslesandi á arbeiðsplássinum. 13 starvsfólk luttóku á skeiðnum, og av teimum vóru 7 námsfrøðingar úr Klaksvíkar kommunu.

 

Bjarta Hansen, ið starvast sum námsfrøðingur í Fjallafípuni, er ein teirra, sum hevur staðið skeiðið.

– Eg havi starvast sum námsfrøðingur í fleiri ár, og tí er tað ikki ein nýggj uppgáva at fáa starvslesandi í starvsfólkahópin. Tað uppliva vit tíbetur javnan, men eg má siga, at aftaná at hava tikið hetta skeiðið, so síggi eg øðrvísi uppá hesa uppgávuna. Eg havi lært eina rúgvu og vil avgjørt viðmæla øðrum at taka skeiðið.

– Á skeiðnum hava vit viðgjørt áhugaverd evnir so sum etik, samskifti og samstarv, har vit m.a. hava lært, hvussu vit kunnu stuðla næmingunum í at seta viðkomandi spurningar, soleiðis at tey læra at hugsa og fyrireika seg til møguligar arbeiðsstøður.

– Ofta kenna vit tey starvslesandi, og tá kann tað vera skjótt at samstarvið merkist av tí. Tað er avgjørt ikki negativt, men tað var læruríkt at fáa nøkur amboð til eisini at halda tað á einum professionellum støði. Starvslesandi skulu hava tveir vegleiðingartímar um vikuna, og tá hevur tað eisini týdning, at hesir tímar verða brúktir rætt, so báðir partar fáa so nógv burturúr sum møguligt.

Bjarta heldur, at tað er ógvuliga skilagott av kommununi at raðfesta hetta skeiðið, tí við tíðini verður skeiðið nokk eitt krav fyri at hava starvslærulesandi. Tað vísir seg eisini, at fólk ofta venda aftur til arbeiðsplássið, har tey hava verið í starvslæru, og tí er tað gott at hava fleiri arbeiðspláss í býnum, sum kunnu taka ímóti næmingum og vónandi framtíðar starvsfólkum.   

Hesar hava staðið skeiðið, og ynskja vit teimum hjartaliga til lukku og blíðan byr: Hervør Nolsøe, SnjallaBjalla, Vivi Olsen og Osla Norðá, Mylnuhúsið, Bjarta Hansen, Fjallafípan, Marita Jacobsen og Marjun Á. H. Andreasen, Barnahúsið Margit.
Hedevig Waagstein, Dr. Margretha, væntar á myndini.

Harleyfacadeacryl