Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

70 ára føðingardagur – Ingrid Johannessen

Jóhann Lützen

Í dag 23. fyllir Ingrid Johannessen 70 ár

Ingrid er dóttur Fíu og Óla Matras. Tær eru tríggjar systrar, Godtbjørg Brekku, Elin Lassen og so Ingrid.

Ingrid er gift Óla Hans Johannessen, og eiga tey 3 synir, umframt 8 ommubørn og eitt langommubarn.

Tey bæði Óla Hans og Ingrid bygdu á Geilini, og búðu har í nógv ár, áðrenn tey settu hús á Heygavegnum í stand, og fluttu oman.

Ingrid er rættuliga virkin í KFUM & K, umframt eisini at skúlaflokkurin, ið hon var partur av, eisini javnan hevur havt flokkshugna, café túrar og meira.

Nú hon verður 70ár, so verður dagurin hildin saman við familjuni. Vit ynskja mammu okkara Ingrid, hjartaliga til lukku við runda degnum. Synirnir