Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TÍÐINDASKRIV TIL KUNNGERÐAR 11. DEC 2002: Kubbar útseldir

Oliver Joensen

P/F Vágatunnilin hevur nú móttikið so nógvar umbønir um hald, at kubbarnir eru uppi. Upprunaliga vóru bílagdir 400 kubbar, hetta varð hækkað til 600 kubbar — nú eru eingir eftir. Fleiri kubbar eru bílagdir, men verða vegna jólahalguna ikki at fáa fyrr enn fyrst í januar.

Levering av
kubbum til haldarar
Kubbar verða bornir út við postinum í hesum døgum. Kubbarnir verða latnir til haldarar so langt sum goymslan røkkur. Teir haldarar, sum ikki fáa kubba, fáa eina fyribilsváttan, tá ið haldið er virkið – kubbin verður sendur seinni. Umbønir um hald verða avgreiddar sum skjótast, tó kann avgreiðslutíðin gerast upp til eina viku.
Eftir at váttanin um at haldið er virkið, er móttikin, kann koyrast gjøgnum breytina merkt "Hald", sjálvt um kubbin ikki er ísettur. Tá vil lýsa reytt og mynd av nummarplátuni verður tikin. Myndin verður samanborin við skrásetta haldið og upphæddin trekt av kontoini.

Rinda við gjaldskorti
Vegna slit á fipurkaðalin frá gjaldstøðini, stutt fyri upplatingardagin, er skipanin við gjaldskorti ikki liðugt roynd og verður tí ikki tikin í nýtslu, fyrr enn royndirnar vísa nøktandi úrslit. Inntil tá, skulu ferðandi, sum ikki hava hald, nýta knøttin "Gjalda seinni". Tá verður rokning skrivað út, ið skal gjaldast innan 3 dagar – gjaldast kann í peningastovnum og á posthúsinum.
Meðan royndir verða gjørdar kann tað koma fyri, at gjaldsstøðin er óvirkin, tá verða inngjaldingarkort útflýggjaði til tey ferðandi, við somu gjaldstreytum sum annars.

Royndartíð – vegleiðing á staðnum
Tær fyrstu vikurnar er ein royndartíð og væntast má, at nakað av byrjunartrupulleikum verða. Fólk er við gjaldstøðina alt samdøgrið, ið vegleiða teimum ferðandi hvussu tey skulu bera seg at.
Vinarliga
Vágatunnilin p/f
Dávid Reinert Hansen

Harleywoodpaint