Alfred Steensen hevur sent okkum hesa myndina og sigur: Henda mynd er tikin tá Vaskaríið hjá Kjølbro er um at verða liðugt, helst síðst í fýratiárunum, ella kanska fyrst í fimmtiárunum.
Á myndini síggjast frá vinstru:
Standandi: Jósup Jacobsen (hjá Óla Jákup), ein Dani (montørur), Eliesar Johannesen (Essa).
Sitandi: Axel Leitistein (Axel Blikk), Ásbjørn Joensen, Alfred Møller Jensen, Petur Juul Samuelsen, Sámal Petur Petersen (Sámal Petur í Fuglafirði) og Trúgvi Laksáfoss.




