Føddur 4/4-1929
Deyður 23/2 -2003
Hóast búsitandi í Klakksvík meginpartin av æviskeiðinum, var Amaliel mikladalsmaður allar dagar.
Fyrsta partin av farnu øld hevði Mikladalur sína stórleikatíð. Tá var slupptíðin í hæddini, og menn vóru til skips um summarið. Tá var eisini so nógvur útróður úr bygdini, at hagar komu fólk aðra staðni frá at rógva út. Kúgv og høsn vóru í flestu húsum, og tá var liviligt í Mikladali.
Amaliel fekk um endan á hesi tíðini, og var vanur við alt vanligt arbeiði í bø og haga, áðrenn hann fór heimanífrá. Hann hevði tokka til hetta arbeiði og náttúruna og alt tað yðjandi lív, sum har rørdist. Alt hetta og ein dyggan førning av teirri bygdarmentan og gudstrúgv, sum hann vaks upp í, bar hann við sær gjøgnum alt lívið.
Vinnuligu fyritreytirnar broyttust, og Amaliel eins og mong av hansara ættarliði – og eftirfylgjandi ættarliðum eisini – máttu leita sær burtur at vinna sær breyð.
Men sum onkur hevur sagt um hesi fólk: tey vóru ikki longur í Mikladali, men Mikladalur var kortini verandi í teimum! Tað er sjáldsamt, sum tey flestu av hesum burturflytarum alt lívið hava havt ein brennandi tokka til barndómksbygdina, og hava leitað norður aftur hagar at vitja, hvørja ferð, høvið hevur verið, ár um ár. Hin vinnuliga stórleikatíðin er langt síðani farin í søguna, men í huganum hjá hesum fólkum hevur bygdin kortini einki mist av sínum stórbæri og síni lokkandi megi. Heldur tvørturímóti.
Fyri Amalieli var Mikladalur altíð dreymalandið sum dróg. Har hevði hann trøð, sum hann røkti væl og virðiliga. Hann keypti jørð og røktaði í Líðini, sum man vera ímillum brattastu hagar í landinum. Og hann gekk á odda at fáa skil á og at hegna henda óhøgliga og mangan illa atkomiliga hagapart. Tað kravdi sín mann, men mær kemur fyri, at ongantíð á ævini livdi hann sum tá! Barndómsheimið, "gamla" Beiti, umsat hann fyrimyndarliga, so tað var altíð ein frægd at síggja hesi smáu, svørtu húsini, sum liggja við Áargil, nakað omanfyri hini húsini í bygdini.
Fyri eini 20 árum síðani bygdi hann sær sethús har norðuri, ivaleyst við tí í huga, at tá vanligi gerandisdagurin einaferð varð av, skuldu hann og konan njóta lívsins vesturskin norðuri í dalinum, har hann í síni tíð sleit barnaskógvarnar. Men tað gongst ikki altíð, sum fólk leggja ætlanir um…
Amaliel var miðvísur maður. Setti sær fyri sum ungur, at hann skuldi vera keypmaður. Og eftir at hann hevði verið eitt skifti á Flatlondum og í Havn at fáa sær kunnleika um handilsskap, setti hann seg niður í Klakksvík fyri úti við 50 árum síðani sum keypmaður, og hann veik ongantíð av kósini.
Konuna fann hann sær í Klakksvík, Hansinu, sum royndist ein megnar kvinna, og saman hava tey rikið handilin Kósabúðina hesi mongu ár, líka til heilsa hansara fór at bila fyri 6-8 árum síðani. Tey fingu 4 børn og hava havt eitt fyrimyndarligt heim við framúr góðum samanhaldi í familjuni.
Amaliel var ein ógvuliga livandi maður og tók íðin lut í øllum sum fyrifórst uttan um hann. Bát hevði hann og var tíðum á floti, og tá grind var var hann fremstur á bunka. Hann skjeyt harur, tá tann tíðin var, og um heystið var tað fjallgongan og seyðurin.
Eisini politikkur hevði hansara áhuga, og hann var loysingarmaður burturav. Hann var ikki tann maður, sum "trokaði seg uppá listan", men hansara partur lá ikki eftir í tí praktiska arbeiðinum fyri at vinna hesi stevnu fram.
Hann var lættsintur og skemtingarsamur við einum serligum humori. Í krambúðini kom hann í samband við nógv fólk, og har var mangt prátið av meira og minni álvarsligum slag. Vinsælur sum hann var, fekk hann við tíðini nógv vinfólk.
Eg hevði tað frægd at arbeiða hjá Amalieli nakrar ferðir og minnist í takklæti tað vinarlag, sum var okkara millum allar dagar.
Hann dugdi væl at siga frá. Serliga hugtakandi var at hoyra hann siga frá náttúruupplivingum úr Mikladali – um alt tað yðjandi lív, sum var í tí stóra dalinum um summarið: um sílini í áunum og um tey ymisku fuglasløgini, sum hvørt hevði sítt lag og síni brøgd, men alt var ein stórur felagsskapur. Hesar frásagnir vóru skaldarbornar.
Amaliel var ein sannur heilskapaður persónleiki, bæriligur bæði uttan og innan. Eitt av hesum fólkunum, sum onnur náttúrliga savnast uttan um, tí har kenna tey seg væl.
Seinastu árini var hann á Røktarheiminum, tí minnið fór, orsakað av sjúku. Nú hann er farin um sýn, eru vit mong, sum saman við familjuni sakna henda heiðursmann.
Líggjas




