Lívsjáttandi og hugaligt er at leggja leiðina fram við fótbóltsvøllinum í Djúpumýru í morgun, leygarmorgunin, har 120 børn úr Norðoyggjum luttaka í árliga fótbóltsskúlanum hjá Fótbóltssambandinum, sum byrjaði á middegi í gjár, fríggjadagin, og endar klokkan 14:45 í dag, leygardagin.
Bill McLeod Jacobsen, sum saman við Annfinni Danielsen skipa fyri tiltakinum í Klaksvík, letur væl at, hvussu tað hevur gingið.
Fleiri av fyrstudeildarleikarunum og venjarunum hjá KÍ hava verið sera hjálpsamir við at luttaka sum venjarar á hesum skúlanum.
Millum aðrar kunnu nevnast, Jan Joensen, Fríðin Ziskason, Olgar Danielsen, Alexander Djordjevic, Eyðun Klakstein, Heri Olsen og aðrir.




