Í hesum døgum hevur Lydia Petersen, listarkvinna sera forvitnisliga framsýning í Kunningarstovuni.
Christian Olsen, stjóri á Kunningarstovuni sigur við Norðlýsið, at framsýningin hjá Lydiu hevur verið sera væl vitjað og eisini eru longu nú nøkur av listaverkunum seld.
Lydia spennir vítt, líka frá pappírsklippum um oljumálningar og til seymaðar myndir.
Víðari sigur Christian Olsen, at listaframsýningin hjá Lydiu er opin tá kunningarstovan vanliga er opin og harafturat hevur listakvinnan sjálv opið í Kunningarstovuni sunnudagar.




