Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyameistaraheitið staðfest

Oliver Joensen

Í einum spennandi dysti ídag, gjørdust kvinnurnar hjá KÍ føroyameistarar í 1. deild. KÍ vann dystin 4-2 ímóti HB og tað er fyrsta ferðin at liðið hevur tapt við tveimum málum í landskappingini.

Kvinnurnar hjá Kí stóðu seg manniliga í dag ímóti HB. HB hevði lítið at bjóða í  dystinum, ímeðan KÍ liðið var óheppið ikki at fáa fleiri mál.
Gullkvinnurnar hjá okkum hava aftur í ár bæði vunnið steypakappingina og landskappingina so sigast má, at ongin ivi er um at tær eru suverenar. Dysturin ídag vísti eisini at klassamunur er ímillum KÍ -kvinnur og hini liðini í kvinnukappingini.