Tey, ið ringdu til Audio Response skipanina hjá bankunum í gjárkvøldið fingu nógva vitan um konti hjá øðrum
Tað kom dátt við hjá flestum, sum ringdu til Audio Response skipanina í gjárkvøldið. Tú fekst fyrst eina saldo, sum tú ikki kendist við og síðani fekst tú nágreiniligar upplýsingar um flytingar, úttøku frá FR-Visakorti afturhildnum skatti og mongum øðrum.
Hóast okkara peningastovnar við loynitølum okkara siga, at skipanin er trygg, so var hon í hvussu so er ikki trygg í gjárkvøldið um 24.20 tíðina, tí tá fekst tú upplýsingar, ið ikki komu tær við.




