Tað var ongantíð nakar ivi um hvørt sterkasta liðið var ídag, tá kvinnuliðini í flogbólti hjá Mjølnir og Fleyr hittust í KÍ-høllini.
Beinanvegin í fyrsta settinum vísti Mjølnir kvinnunum úr Havn hvar skapið skuldu standa, tær vunnu fyrsta settið stórt og nærum á sama hátt gekkst í øðrum setti.
Í triðja settinum royndi Fleyr alt tað tær megnaðu, men vóru tó ongantíð nøkur hóttan ímóti Mjølni.
Mjølnir kvinnurnar vunnu flogbóltsdystin við trimum settum ímóti ongum.




