Tað hevur gingið væl hjá Nærabergi hendan túrin. Eftir ætlan skuldu teir verið á Klaksvík í gjárkvøldið (hóskvøldið) við umleið 760 tonsum av surimi og 240 tonsum av mjøli.
Í løtuni er Næraberg einasta føroyska skipið, ið er á svartkjaftaveiðu og hóast hetta ikki er besta tíðin, so hevur Næraberg gjørt ein góðan túr hesaferð.
Hanus Hansen, stjóri á JFK-Trol sigur, at teir hava lagt framleiðsluna av surimi umborð á Nærabergi nakað um. Hetta hevur gjørt, at skipið millum annað fær meira surimi burturúr sama tonsatali av svartkjafti.
Surimimarknaðurin er broyttur nakað í seinastuni. Higartil hava vit lagt okkum eftir at framleiða eftir bestu góðskuni, sum sjálvandi hevur givið besta prísin. Men príslegan hevur verið soleiðis seinnu tíðina, at tað hevur ikki loyst seg at leggja seg eftir góðskuni sum gevur hægsta prís og tí hava vit broytt mannagongdina, sum ger, at vit fáa fleiri tons av surimi burturúr somu nøgd av svartkjafti.
Leggur upp á Klaksvík
Nú Næraberg kemur av hesum góða túrinum, verður veiðan løgd upp á Klaksvík hjá NFCS.
Hendan túrin hevur Næraberg verið úti í 34 dagar, so sigast má at hetta er ein av teim góðu túrunum hjá skipinum.
Hini skipini
Skálaberg, ið er á fiskileið í Barentshavinum hevur havt misjavnan fiskiskap og hevur nú umleið 400 tons av flaki inni. Seinastu dagarnar hevur fiskiskapurin hjá Skálabergi verið góður.
Sundaberg, sum er á gullaksaveiðu, skal landa umleið 600 tons í Freyserburg í Skotlandi mánadagin.
Frá Sjúrðarbergi er onki at frætta um fiskiskap. Teir eru júst byrjaðir nýggjan túr á Flemish Cap.




