Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Venjarin hjá Stjørnuni sagdur úr starvi

Oliver Joensen

Tað gekst ikki so væl hjá Stjørnuni við nýggja venjaranum. Ónøgd hevur valdað um dygdirnar hja Yelenu Barlov sum venjara og úrslitið gjørdist at hon er søgd úr starvi og fer av aftur landinum ímorgin.

Tað kom sera illa við hjá Stjørnuni, at venjarin ikki hóskaði til felagið. Serstakliga tí, at tað hevur gingið sera striltið at fingið útlendsku leikararnar saman við venjaranum at koma higar og nú skjøtul er settur á kappingarárið av álvara er venjarin sagdur úr starvi. Stjørnan fekk tveir útlendskar leikarar, sum komu til landið saman við venjaranum, men tær vera verðandi.
Kristoffer Ragnarsson, formaður í Stjørnuni sigur í stuttari viðmerking við Norðlýsið, at avgjørt verður í kvøld, mánakvøldið, hvør verður settur sum nýggjur venjari hjá Stjørnuni. Fyribils hevur Rógvi Nielsen hjálpt til við venjingunum.