Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Menningartarnað hava færri rættindi enn børn annars

John William Joensen

– Tá vit fluttu heim til Føroyar kendu vit okkum sum vóru vit slept upp á fjall. Vit noyddust sjálvi at berjast fyri at fáa tilboð til Jóhan og fyrsti skúladagur var fyri okkum eitt stórt skuffilsi, sigur Sigbritt við Neyst Hansen, sum er mamma Jóhan.

Jóhan við Neyst Hansen, sonur Sigbritt og Høgna Hansen, er menningartarnaður baði mentalt og kroppsliga og sjónveikur.
Tá Jóhan var tvey ára gamal flutti hann saman við foreldrum sínum til Danmarkar har mamman fór at lesa til pedagog og pápin til verkfrøðing.
Í Esbjerg kommunu, har tey búðu, komu tey upp í eina kommunala skipan sum eitur PPR. Hetta stendur fyri "Pædagogisk Psykologisk Rådgivning" og er ein skipan sum fylgir tí einstaka brúkaranum. Ráði hevur sum endamál at syrgja fyri at brúkarin far tey tilboð hann hevur tørv á.

Jóhan byrjar
í barnagarði
Jóhan byrjaði so á einum barnagarði, sum er ein serstovnur. Á hesum stovni var alt tað sum Jóhan hevði brúk fyri.
Hann fekk fysioterapi, og gekk til svimjing og  ríðing.
Á stovuni, har Jóhan gekk, vóru eisini trí onnur børn, sum vóru á sama støði sum Jóhan.
– Eg má siga at Jóhan fekk stóra gleði av at verða saman við hesum børnunum og var hann sera glaður fyri stovnin, greiður mamma hansara frá.
Umframt tey fýra børnini  vóru umleið 20 børn tilsamans á stovninum. Á stovuni hjá Jóhan vóru 4 starvsfólk, tveir pedagogar, eitt hálparfólk og ein lesandi.
Jóhan var í barnagarð frá klokkan átta á morgni til klokkan trí um eftirmiddagin.
Umframt tilboði um barnagarð, fekk familjan eisini tilboð um avlasting.
Hendan skipan var soleiðis hátta at foreldur kundu søkja um eitt ávíst tal av tímum sum tey yngstu at brúka skipanina, og so fingu tey tilskilað eitt ávíst tímatal.
Hetta var vanliga nakrir dagar um mánaðin, og harafturat fekk familjan eisini tilboð um barnagentu tá tørvur var á tí og møguleiki ikki varð fyri umlætting.

Flyta heim
– Vit vóru sera glað fyri tíðina í Danmark, men børnini eldast og vit yngstu ikki at tey skuldu gerast danskarar, men vildu heim til Føroyar at geva teimum ein føroyskan uppvøkstur saman við ommum, abbum og familju annars.
– Eg má tó undirstrikað at tað var ein kollvelting at koma heim við einum dreingi sum er menningartarnaður.
– Sannleikin er at ein menningartarnaður hevur minni rættindi enn eitt barn við ongum breki.

Fyrsti skúladagur
Jóhan var knapt 7 ára gamal og skuldi byrjað í 1. klassa tá hann saman við familjuni flutti heim til Klaksvíkar.
Um Jóhan hevði verið verðandi í Esbjerg so hevði hann framvegis verið undir kommunalu PPR skipanini og komið á ein serskúla saman við javnlíkum.
– Vit kendu tað sum vóru vit slept upp á fjall og noyddust at byrjað av nýggjum, greiðir mamma Jóhan frá.
– Vit noyddust sjálvi út at finna tilboð til Jóhan og berjast við hond og fót fyri at fáa tey tilboð sum hann hevði krav uppá.
– Fyrsti skúladagur var fyri okkum eitt stórt skuffilsið.
– Vit fáa boð um at møta í gamlaskúla og tá vit koma inn í hølið har Jóhan skal verða síggja vit at hetta hølið er umleið 8 fermetrar til víddar, og her skal hann verða saman við einum hálvvaksnum menningartarnaðum dreingi, sum eisini skuldi hava síni ting inni í stovuni.
– Drongurin hevði eina lyft, eitt borð, eina song og ymiskt annað, so tá vit skuldu koyra Jóhan inn í stovuna, var tað akkurat sum vit fingu rullustólin inn um hurðina.
– Her vildi kommunan hava at okkara drongur skuldi mennast baði kropsliga, málsliga, sosialt og mentalt.
 Hetta vildu vit ikki ganga við til og hildu ikki hetta verða nóg gott.

Berjast fyri
at fáa tilboð
Foreldrini hjá Jóhan noyddust nú sjálvi í holt við at útvega soninum sømulig kor, og harvið møguleika fyri at mennast og læra.
– Vit tosaðu við skúlastjóran, sum segði at skúlin einki annað hevði at bjóða dreinginum.
– Vit royndu at koma í kontakt við sosialu umsitingina í býraðnum og ringdu so at enda til borgarstjóran.
– Hann vísti okkum á eitt høli sum stuðlarnir brúktu í einum kjallara á  Biskupstø.
– Hetta var ein bati, men tað vísti seg skjótt at høli als ikki var egnað.
– Høli bleiv regluliga brúkt av øðrum og sum dømi kann eg nevna, at ein dagin serlærarin gjørdi øvilsir saman við Jóhan á gólvinum, kom ein heil stova av barnagarðsbørnum inn í høli tí tey skuldu eta matpakkan.
– Eisini høvdu nógv onnur atgongd til høli, men hóast vit royndu at vísa á viðurskiftini so hendi einki og Jóhan var verðandi har árið út.
– Her má eg skunda mær at leggja afturat at um vit ikki vóru so heppin at fáa Margee Dam, sum serlærara so hevði tað als ikki gingið. Hon dugur sera væl at fáa sum mest burtur úr umstøðunum og kunnu vit gleðast um at drongurin trívist sera væl.

Koyrdur niðan
í Gamla skúla
Í dag heldur Jóhan til í einum 8 fermetra høli í gamla skúla. Beint við síðurnar av halda autistar til saman við serlærarum í tveimum sera lítlum og ótíðarhóskandi rúmum.
Tað hoyrist sera væl í millum og tá onkur av autistunum hevur lindi til at rópa, so gerst Jóhann sera kløkkur, men tá vit tosaðu við Margee segði hon at nú hevði Jóhan vant seg betur við ljóðini.
Trupuleikin í dag er at rúmi sum Jóhan heldur til í er sera lítið, soleiðis at pláss er ikki fyri amboðum, leikum og øðrum sum Jóhan skal brúka.
– Alt má flytast og goymast burtur og harafturat er gjøgnumgongd ígjøgnum rúmið inn til autistarnar, greiður Margee frá.

Ikki somu rættindi
sum onnur børn.
Foreldrini hjá Jóhan eru sum omanfyri sagt sera glað fyri sertímarnar, men tað var ein bardagi at fáa fatur á hesum tilboði.
– Eitt vanligt barn sum fer í skúla í 1. klassa hevur rætt til 20 tímar um vikuna har tað lærir tað sum mett verður at eitt vanligt barn eigur at læra.
– Men tað var ein skelkur fyri okkum at fáa at vita at fyri Jóhan var hesin rættur til upplæring og menning ikki galdandi.
– Í Føroyum er skipanin soleiðis hátta at tað er avsett ein samlað kvotað av sertímum til øll tey sum hava tørv. Tvs. at um nógv børn eru í skipanini so verða færri tímar í part, og Jóhan kundi tí bert fáa 10 tímar um vikuna, sum er helvtin av tí sum fólkaskúlin bjóðar øðrum børnum.
– Hetta kundu vit sjálvandi ikki góðtaka og eftir nógv stríð og strev eydnaðist tað okkum at útvega 20 tímar um vikuna til Jóhan.
– Skal eg siga sum er so haldi eg at føroyska skipanin er heilt avlagað. Tað kann ikki verða rætt at tey sum eru menningartarnaði og hava stóran tørv á upplæring, skulu hava færri rættindi enn onnur børn, men soleiðis er verðuleikin.

Vantandi samstarv
Jóhan gongur í gamlaskúla frá kl. 8 á morgni til middags. Síðani fer hann niðan í Dáan til døgurða og er har til kl. 17.
– Í Dáanum hevur hann frí, og hugnar sær, lurtar eftir tónleiki og annað tílíkt.
– Tíðin hann er í skúla verður brúkt til ymiskar venjingar, og tí hevur hann brúk fyri at halda frí um seinrapartin, og eru vit sera fegin um tað sum Dáin kann bjóða okkum.
– Eisini er hann til umlætting einar 2 dagar um vikuna tá hann yvirnáttar í Dáanum.
Sigbritt sigur at tey eru sera væl nøgd við serlæraran og arbeiði sum verður gjørt í Dáanum, men tey halda at hølisviðurskiftini hjá menningartarnaðum í Klaksvík eru út av lagið vánalig.
Serundirvísingin og tilboði frá Dáanum eru ókeypis fyri brúkararnar, og harumframt hevur Jóhan fingið stuðul úr Føroym til eina ferð til Svøríki á eitt venjingarsentur, saman við mammuni og serlæraranum, og tað eru foreldrini glað fyri.
– Tað sum vit serliga finnast at, er at tað í løtuni ikki er nakað tvørfagligt samstarv, sum eitt nú PPR (Pædagogisk Psykologisk Rådgivning) sum var ein góður tryggleiki hjá okkum tíðina vit búðu í Esbjerg.
– Eitt slíkt ráð hevði komið brúkarunum til góðar og verði ein trygd fyri at øll menningartarnað kunnu fáa tað tey hava rætt til.
– Sum støðan er í løtuni er alt latið yvir á foreldrini, og tað er mark fyri hvussu nógva orku tú hevur til at stríðast við myndugleikarnar.
– Tað kann ikki verða rætt at vit sjálvi mugu út at finna tilboð til dreingin hjá okkum, tí hetta krevur sum sagt sera stóra orku.
Sigbritt lat tó ongan iva verða um at hon og maðurin eru glað um at tey valdu at koma heim til Føroya.
– Vit merkja eisini á Jóhan at hann er glaður um at verða heima í Klaksvík, men tað er svárt at staðfesta at sum støðan er í løtuni hevur hann ikki somu rættindi sum onnur børn í hansara aldri.