P/F Wenzel hevur ætlanir um at víðka um søluvirksemi í Klaksvík
Ætlanin er at seta ein mann burturav at takað sær av søluni í Klaksvík, tað vil siga at opið verður 4 dagar um vikuna, hvørjar dagar talan er um verður upplýst seinni.
Tað er ongin loyna at vit hava fingið fleiri nýggjar Fordkundar í Klaksvík og har um leiðir og vilja vit fegnir økja um okkara tænastu har norðuri. Vit meta at við verandi upplatingartíðum sum er ein dag um vikuna, ikki er nóg fleksibul og nøktandi fyri verandi og nýggjar kundar.
Tískil hava vit eina lýsing í blaðnum ídag, har vit sóknast eftir tí rætta manni-/kvinnuni, sum kann verða við til at geva Klaksvíkingum/norðingum ein betri tænastu. Finna vit rætta viðkomandi, miðja vit ímóti at nýggja upplatingartíðin verður tikin í nýtslu skjótast tilberð.
P/f Wenzel heldur ídag til í frálíkum hølum, hjá Bil- og Dekkverkstaðnum v/ John Heinesen.




