Seinasta leygardag vóru umleið 130 fimleikarar og 20 leiðarar frá Klaksvíkar Fimleikafelag á venjingarlegu á Glyvrum.
Klaksvíkar Fimleikafelag hevur ídag út ímóti 300 íðkandi limur. Katrin Jacobsen, formaður í felagnum sigur, at í ár hevur felagið havt fleiri tímar í fimleikahallunum enn árini frammanundan og hetta hevur gjørt, at felagið hevur kunna havt fleiri íðkandi limir.
Vit eru enn í uppbyggingarfasuni av felagnum og hava tí bert heilt ung lið. Børnini úr 1. flokki og til 6. flokk hava ein venjingartíma um vikuna, ímeðan tey, úr 6. flokki og eldri hava 1½ tíma um vikuna. Til sammetingar skal her nevnast, at um felagið skal luttaka í kappingum á jøvnum støði við tey sterku feløgini í landinum, so krevst at vant verður einar 8 tímar um vikuna, og tað hava vit ikki umstøður til, so enn hevur felagið ikki luttikið í kappingum, men tað sum ber uppi er, at vit vóna at um nøkur ár, so fáa vit eitt kappingarført fimleikafelag.
Alt arbeiðið í felagnum verður gjørt ókeypis, so tað er ikki hissini sjálvboðið arbeiðið, sum verður gjørt, fyri at øll hesi umleið 300 børnini kunnu fáa sína venjing.
Venjingarlega
Sum sagt, so luttekur Klaksvíkar Fimleikafelag ikki í kappingum men hevur verið við í Grand Prix sum gestalið, og har hevur felagið staðið seg væl. Tí hava vit tvey tey seinastu árini skipa fyri eini venjingarlegu á Glyvrum.
Hetta hevur eydnast sera væl og børnini hava altíð sær fram til hesa venjingarlegu.
Vit fara tíðliga um morgunin og gera venjingar allan dagin og áðrenn vit enda, plaga vit at skipa fyri ymiskum spølum fyri børnini, sum tey síggja fram til.
Máttu bróta
venjingina av
Eins og í fjørð fyrireikaðu vit okkum væl til venjingarleguna. Vit skrivaðu bræv til øll foreldur um, nær vit skuldu avstað leygarmorgunin og nær tey skuldu avheinta børnini aftur á ferjuleguni á Stongunum.
Farið var við Dúgvuni leygarmorgunin 15. november kl. 8.45. Mikudagin 12. november, boðaðu vit Strandferðsluni frá, at vit skuldu yvirum hendan leygardagin kl. 8.45 og at vit ætlaðu at koma yvirumaftur kl. 18.30.
Hetta høvdu vit eisini gjørt foreldrunum kunnungt, umframt at børnini skuldu hava matpakka við og ikki pening.
Komið beinanvegin
ella sleppa tit ikki við
Ímeðan venjingin gongur upp á tað besta, og vit eru í ferð við at fyrireika stóra avsluttningin, sum børnini høvdu sæð fram til, verða vit ringd upp av Strandferðsluni kl. 16.00, har sagt verður, at um vit ikki fáa umleið helvtina av børnunum við túrin kl. 17.00 hendan leygardagin, so sleppa vit ikki við kl. 18.30.
Nú vóru góð ráð dýr. Bert umleið ein tími var at leypa uppá, til vit skuldu vera í Lorvík við eini 60 børnum. Vit høvdu sjálvi leigubussar úr Lorvík til Glyvrar og har var bara eitt at gera, og tað var at fáa tey børnini, sum stóðu fyrst fyri uppí ein buss og so við ferð til Lorvíkar.
Men, tá vit høvdu fingið børnini uppí bussin, varð neyðugt at finna fram allar tær fartelefonir vit kundu, fyri at ringja til foreldrini í Klaksvík at boða frá, at nú komu børnini altso kl. 17.30 ístaðin fyri kl. 19.
Sjálvandi fingu vit ikki fatur á øllum, men leiðararnir, sum vit sendu við fyrsta bólkinum aftur til Klaksvíkar, syrgdu so fyri at tey børnini blivu koyrd til hús, har vit ikki høvdu fingið fatur á foreldrunum.
Vit halda at tað er langt úti, tá vit boða frá mikudagin frammanundan at vit skulu til Lorvíkar og aftur leygardagin við umleið 150 fimleikarum, foreldrum og leiðarum, at vit ikki fáa boð fyrr enn ein tíma áðrenn Ternan siglir av Lorvík leygardagin at hetta ikki ber til.
Ungt men
stórt felag
Sigast má, at við nærum 300 íðkandi limum, er Klaksvíkar Fimleikafelag eitt av teim stóru í landinum.
Men, sigur Katrin Jacobsen, eftir at felagið varð endurstovnað, hava vit valt at satsa uppá børnini og at byggja felagið upp hagani. Ídag eru Havnar Fimleikafelag, Ljósið og Støkk helst tey feløgini, ið liggja fremst og eisini kappast í vaksnamannadeildini. Tað er okkara dreymur, at ungdómsarbeiðið, sum vit nú gera í Klaksvíkar Fimleikafelag fer at geva frukt, so vit eisini fara at teljast ímillum tey stóru, tá ið um kappingar ræður, um ikki so nógv ár.
Í nevndini í Klaksvíkar Fimleikafelag eru Katrin Jacobsen, formaður, Beinta Klakkstein, næstformaður, Margee Dam, peningarøkil, Omi Joensen, skrivari og Marni Isaksen.




