Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aldubrótarin var um at slíta seg leysan

John William Joensen

Beint fyri miðnátt leygarnáttina slitnaði ein keta sum heldur aldubrótaranum á plássinum norðast á Stongunum.

Nógvi vindurin leygarkvøldi gjørdi at tað bleiv sera óslætt hjá bátunum, sum lógu fyri bryggju á Stongunum.
Nógvur vindu høgt er altíð ein trupuleiki hjá bátum, sum liggja á eystaru síðu.
Men leygarkvøldið var somikið av aldu at aldubrótarin sleit eina ketu sum er føst í kajina.
Frá Klaksvíkar Havn verður sagt at tað ongantíð var nakar vandi fyri bátarnar, sum lógu við bryggjuna tí aldubrótarin er festur í fýra steinum sum liggja á botnið umframt festini sum ganga í land.
Men tó var avgjørt at flyta Rensmúla, um so var at veðrið fór at versnað.
Alt spældi tó væl av og tá vit tosaðu við Klaksvíkar Havn í dag var sagt at nú er nýtt festi sett á aldubrótaran.