Um væl verður farið um seyðin, fæst eisini góð úrtøka, tað kann Richard Klakkstein, ið hevur Innistovufestið í Klaksvík vátta.
Innistovuhagin, ið er á Klakkinum í Klaksvík, er einar 7 merkur og ber um 130 áseyðir. Seinasta ár fingu innistovumenninir um 150 lomb og lembingin higartil boðar eisini frá góðum.
Tvinnar trílembur
Tá vit hittu Richard Klakkstein uppi við seyðahúsið undir Klakkinum mánadagin var hann sera væl nøgdur við lembingina higartil.
Umleið tveir triðingar av óðnum hava lembt og vit hava fingið um 100 lomb, herav útivið 30 tvílembur og tvinnar trílembur.
Hetta er fyrstu ferð at vit hava havt tær trílembur, so tað má sigast at boða frá góðum í ár tá ið um lembing viðvíkur.
Uppá fyrispurning okkara um hvussu teir bera seg at at fáa so væl burturúr lembingini, sigur Richard Klakkstein, at seyðurin í Innistovuhaganum verður sera væl passaður og eg haldi at tað má vera røktin sum ger munin, sigur Richard Klakkstein at enda.




