Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rennitíðindi: Sundalagsstevnan: 7 heiðursmerki til Treysti

Guttorm Sørensen

Hóast vánaligt veður, regn og vind, so vístu rennarnir hjá Treystinum, at teir ætla at blanda seg í Grand Prix kappingini í summar. Hetta var 4. umfar fyri vaksin og 3. umfar fyri børn.

Startur og mál var við kommunuskrivstovuna í Hvalvík. Rutan hjá teimum vaksnu gekk seks kilometrar niðan í Saksunardal og aftur, og síðani eitt umfar runt Hvalvík og Streymnes. Børn -13 og -17 runnu eitt umfar runt Hvalvík og Streymnes, meðan børn -10 runnu 800m og børn -7 runnu 600m.
Hjá monnunum gjørdist Jonhard Larsen aftur hesaferð ov stuttur, og kom hann á mál á øðrum plássi í tíðini 54,04 min. fyri teir 14,572 km. Vinnari av teimum 24 monnunum gjørdist aftur hesaferð Sam Vang úr Bragdinum, men hesaferð var hann bert 5 sek. frammanfyri Jonhard. Úr Treystinum gjørdist Borgar Biskopstø nummar 9 í tíðini 1 tíma 2,26 min, Jógvan Jóhan Lorenzen nummar 11 í tíðini 1 tíma 2,53 min, meðan Tummas Joensen gjørdist nummar 16 í tíðini 1 tíma 3,56 min. Aftur hesaferð gjørdist Tummas nummar trý í veteranbólkinum.
Hjá dreingir -10 gjørdust John Viljam Johannesen og Osvald á Marknagili ávikavist nummar tvey og trý í tíðunum 3,16 min og 3,51 min. Vinnari gjørdist Rúni Seloy úr Bragdinum.
Fyri dreingir -13, gjørdist Jan Elmar Sørensen enn einaferð nummar tvey í tíðini 9,17 min. Vinnari gjørdist enn einaferð Remi Langgard úr Roysnið í tíðini 9,04 min. Rebekka Fuglø gjørdist nummar tvey hjá gentunum -13 í tíðini 11,51 min, og aftur hesaferð gjørdist Bjørk H. Olsen úr Bragdinum vinnari. Hjá gentum -7 gjørdist Miriam Bethuelsdóttir nummar fimm í tíðini 3,44 min.og hjá dreingjum -7 gjørdist Beinir Johannesen nummar trý í tíðini 2,43 min. Vinnari gjørdist Betuel Hansen úr Roysninum.

Í Grand Prix kappingini er Jonhard Larsen nummar tvey hjá monnunum, meðan Tummas Joensen í løtuni er nummar fýra hjá veteranunum. Hjá teimum vaksnu skal ein hava gjøgnumført fimm av sjey umførum fyri at telja við í endaligu støðuni
Hjá dreingjum -17 er Álvur F. Christiansen nummar trý. Jan Elmar Sørensen og Rebekka Fuglø eru bæði nummar tvey í sínum bólkum. John Viljam Johannesen er nummar tvey og Osvald á Marknagili nummar trý í sínum bólki. Beinir Johannesen er nummar trý í sínum bólki, meðan Miriam Bethuelsdóttir er nummar tvey í sínum bólki. . Børnini skullu hava gjøgnumført fýra av seks umførum fyri at telja við í endaligu støðuni.
Næsta rennikapping verður 3. juli á Fjarðastevnuni í Vestmanna.

Harleywoodpaint