Vit hava verið sera víðan um, og allastaðni har vit hava verið, hava vit fingið okkurt sílið.
Nú túrurin hja okkum er komin hartil at vit skulu umborð á Norrønu í nátt, hava vit eftirmett eitt sindur, og halda at hetta er veruliga nakað fyri sílafiskarar, ið dáma nátturuna og at fiska á vøtnum. Tað sigst at her eru umleið 300 ymisk vøtn sum fiskast kann á.
Sílini vit hava fingið hava verið líka frá heilt smáum og upp í tey sum siggjast á myndini. Annars siga faldarar frá sílaveiðufelagnum her, at teir hava fingið síl upp í 10 pund. Tad eydnaðist ikki okkum, men vit hava havt nakrar sera hugaligar dagar, har vit hava sovið lítið og fiska og koyrt nógv.




