Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt valdømi – ikki talan um!

John William Joensen

Nú tosað teir aftur í høvuðsstaðnum um at fáa buktina og báðar endarnar. Summir politikkarar byrjaðu aftur kjakið um at føroyar skuldu gerast eitt valdømi.

Sjálvandi hava teir sínar orsøkir til at siga so. Føroyska pressan, ið júst hevur fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin frá donskum blaðstjóra, fyri at svansast í italiulíknandi umstøðum, gongur á odda.
Ein oddagreinskribentur fór so langt í odda grein síni, at hann brúkti valið seinast við skeiva býtinum av tingmonnum í mun til atkvøðurnar, fyri at rættvísgera at høvuðsstaðurin skuldi fáa enn størri møguleika at reka lokalpolitikk.
Tað er vánaligur skrivari sum skyldar upp á pennin verður sagt. Hví skulu Føroyar gerast eitt valdømi, bert tí at vallóggávan ikki er nøktandi? Tað mest logiska vildi verið at rætta skeivleikarnar í vallóguni, so flokkarnir fingu so neyva umboðan á tingi í mun til atkvøðutalið sum gjørligt.
Sami oddagreinskrivari leggur tingmenn, sum valdir eru í valdømum uttanfyri Havnina fyri at reka lokalpolitikk á tingi, ímeðan hann als ikki setir spurnartekin við teir, sum valdir eru í høvuðsstaðarøkinum.
Nú sigið eg sum Høgni Hoydal segði fyri stuttum, "maðurin má hava etið bláseym", tí hevði hann hugt kring um seg í høvuðsstaðnum og sammett við tað uttanfyri Havnina, so kann hann ikki koma til, at bert lokalpolitikkur til frama fyri útjaðaraøkini hevur verið førdur hesi seinnu árini.
Tað var gamalt, at høvdingar hittust á tingi at taka støðu til felags áhugamál. Latið okkum halda fast við tað skipanina og gloyma alt um "professionellar" lokalpolitikarar úr Havn, tí teimum hava vit knógvað undir alt ov leingið.
At øll øki í landinum eru umboðaði á tingi eigur als ikki at vera nakað minus, heldur tvørturímóti, so kortanei til eitt valdømi.