Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkin fer at standa seg illa við ongum handilsmiðdepli

John William Joensen

Sum tíðin gongur, fer umsetningurin hjá forrætningunum í Klaksvík í øllum førum at fara niður í helvt um handilsmiðdepilin ikki verður veruleiki, meðan hann kann tvífaldast ella meira við handilsmiðdeplinum.

Umframt fylgir hópin av tænastuvinnum við í ferðini, heldur landsstýrismaðurin og fyrrv. kommunalpolitikkarin
Jógvan við Keldu.
Onki er at taka seg aftur í, at Jógvan við Keldu, sum borgarstjóri í 80-unum var ein av oddamonnunum fyri at leggja framtíðarætlanir fyri klaksvíksøkið. Bæði tá hann kom fram við føstum sambandi um Lorvíksfjørð og ikki minst miðbýarætlanini í Klaksvík.
Tí hevur Norðlýsið vent sær til Jógvan við Keldu, sum ídag er landsstýrismaður í innlendismálum og spurt hann um hann ikki kann gera eina meting av hvussu fer at síggja út, tá klaksvíksøkið kemur uppí meginøkið.
Fyri tað fyrsta má eg siga at eg eri ómetaliga fegin um, at fasta sambandið við meginøkið gerst veruleiki um hálvtannað til tvey ár. Hetta kemur at hava stórar fyrimunir fyri Klaksvíkina og samstundis ikki færri avbjóðingar.
Soleiðis sum eg síggið støðuna í løtuni, tykist tað sum um, at onkur samskipan tørvar, soleiðis at vit kunnu fáa fulla nyttu av tí átaki, sum nú verður veruleiki.
Tey vóru mong, ið funnust at miðbýarætlanini og vóru rødd fyri, at smáhandlarnir fóru at doyggja út um handilsmiðdepilin gjørdist veruleiki.
Eftirmeta vit nú støðuna, síggja vit, at allarflestu handlarnir hava latið aftur, ikki tí at nøkur handilsmiðstøð er komin, men tí at menningin innan handilsøkið er soleiðis sum hon er. størri forrætningar eru komnar, men eingin forrætning við nøktandi tørvi hjá einum framkomnum samfelagi.
Tí fara fólk eitt nú inn á meginøkið at keypa.
Tað gjørdi mær ilt, tá eg sá í Norðlýsinum at handilsmiðdepilin møguligvís kann fella niðurfyri og eg fari staðiliga at gera vart við, at hetta verður hóttafall, ikki bara fyri handilslívið, men eisini fyri tænastur, ið eru tengdar at handilslívinum, tí útboðini gerast færri og minni attraktiv.
Fáa vit hinvegin handilsmiðdepilin, fer umsetningurin at tvífaldast ella meira. Tá vendir málið tann vegin, at fólk koma av meginlandinum til Klaksvíkar at handla. Tað átti at borið til, tí Klaksvíkin er ein somikið stór konsentrerað eind.
Táið málið var fyri um broyting av handilsmiðdeplinum til nýggja projektið, helt eg at hetta sá áhugavert út, men eg hevði á orðið, bæði í fíggjarnevndini og á býráðsfundinum, at eg var ræddur fyri, at henda broytingin kom í og so seint og at hetta fór at dýrkað projektið.
Eg tók tó undir við málinum, tí eg helt at hetta sá áhugavert út.
Mín áheitan og mín vón er at hetta ikki fellur niðir fyri, tí tað verður eitt stórt bakkast fyri samfelagið.
Tað má vera ein møguleiki fyri at fáa eitt so mikið attraktivt projekt í einum somikið dynamiskum øki fíggjað um rætt verður atborið, sigur Jógvan við Keldu at enda.