Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnurnar klárar til dystin ídag

Oliver Joensen

Alt stendur væl til hjá hópinum, ið nú fyrireikar seg til fyrsta dystin, sum verður ímóti Metallist Charkow ídag kl. 15.00. Vit fara at fylgja við her á heimasíðuni.

Liðuppstillingina hava vit fingið frá venjaranum beint nú, og liðið sum fer á vøllin ídag sær soleiðis út: Málmaður Randi Wardum. Í verjuni frá høgru, Ann Olsen, Ragna Patawary, Paula Mikkelsen og uttast vinstrumegin er Annelisa Justesen.
Miðjan úr høgru. Bára Skaale Klakstein, Una Olsen, Elsa Maria simonsen, Miriam Bjartalíð.
Áleyparar: Malena Josephsen og Rannvá Andreasen.
Uppstillingin er sum sæst 4-4-2 system.
Liðið, sum tær skulu spæla ímóti, heldur til á sama hotellið sum kvinnurnar hjá KÍ. Sagt verður at tær síggja ógvusligar út, fáar eru undir 1,75 og síggja út sum menn, frætta vit úr Wrocklaw.
Stadion Olympic í Wroclaw verður karmurin um dystin ídag. Kvinnurnar hava roynt vøllin og lata væl at.
Størsti trupulleikin verður helst hitin, hitin er millum 30-35 gradir í skugganum og tey siga at inni á Stadion verður roknað við at hitin liggur um 40 gradir, ella líka heitt sum tá KÍ spældi í Ísrael og Harley tapti 5 kg.