Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klædningurin á gamla spinnarínum reiv

Oliver Joensen

Í nógva útnyrðingsvindinum seinnapartin reiv klædningurin á bygninginum hjá Klaksvíkar Timburhandli við Borðoyarvík.

Tað hevur verið sera hart veður í Klaksvík seinnapartin, men enn hava vit bara frætt um skaða á gamla spinnaríið við Borðoyarvík, har Klaksvíkar Timburhandil hevur goymslu.
Fýra plátur av fasaduni norðureftir rivu seg leysar og neyðugt var hjá Sløkkiliðnum at rykkja út og tryggja restina av klædninginum.
Dúgvan gavst at sigla seint seinnapartin og enn hava vit ikki frætt um hon fer at sigla seinni í kvøld. Veðurmenninir siga frá minkandi vindi og barometrið gongur spakuliga upp.