Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karstin Joensen: Hetta var mest spennandi dysturin í ár

John William Joensen

sigur Karstin Joensen, sum stóð í málinum hjá ÍF, tá teir megnaðu at spæla seg undan niðurflyting í gjárakvøldi

– Undan dystinum var ivamál um Magni á Lakjuni kundi vera við, tí hann breyt lítlutá í dystinum móti KÍ.
– Hann hevur eisini aðarar skaðar at dragast við. Hann fekk tvær “blokadur” í fótin, og so vísti tað seg at hann kundi spæla álíkavæl og tað eru vit sera fegnir um.
 
Nógv fólk til dystin
At stórur áhugi var fyri dystinum í Fuglafirði sást á stóru áskoðarafjøldini.
– Umleið 200 sandoyingar høvdu leita sær til Fuglafjørð at stuðla B71 og fólk komu allastarir frá, so talan var uttan iva um stórstu áskoðarafjøldina vit hava havt á heimavølli í ár, sigur Karstin Joensen.
–         Tað bleiv eisini dramatikkur tá B71 eitt korter áðrenn leiklok skoraði og við støðuni 3-1 bert skuldu hava eitt mál afturat fyri at klára 1.deild.
– Teir høvdu vindin í ryggin og hesa løtuna vóru vit undir trýsti, og hesa løtuna hildu allir fuglfiringar ondini.
– Men so gjørdi Magni á Lakjuni bart og rómurin var óførur tá dysturin endaði.
 
Ikki tikið avgerð
ÍF hevur skipað fyri einari kapping millum áskoðararnar í Fuglafyri um ársins ÍF ara, og her hevur Karsin leingi liði á odda, tó tað nú er sera tætt. Vinnarin verður avdúkaður í ársveitsluni hjá ÍF, men tað er eingin ivi um at fuglfiringar eru sera glaðir fyri Karstin.
– Nevndin í ÍF hevur heitt á meg um at halda fram í felagnum, men eg havi sagt at eg helst vil hava nakrar dagar at hugsað um støðuna.
– KÍ hevur eisini tosað við meg, men enn er einki konkret á borðinum at taka støðu til.
Nú er kappingin júst liðug og eg fari at bera meg undan at hugsað um fótbólt í eina tíð, men tað er klárt at eg havi sera góðan hug til at halda fram í ÍF.