Almmanna- og Heilsumálaráðið hevur ongan áhuga í at fáa Kommunulæknaskipanina í Klaksvík at virka, er ein viðmerking frá einum fyrrverandi lækna vikari i Klaksvík
Norðlýsið hevur fingið innlit í klagur, sum fyrrverandi kommunulaknar í Klaksvík hava skrivað myndugleikunum um viðurskifti, sum teir hava verið misnøgdir við.
Hóast brøvini eru skrivaði av skiftandi læknum, so líkist innihaldið ógvuliga nógv.
Tá vit tosaðu við læknarnar, sum í dag ikki longur starvast í Klaksvík, høvdu teir allir ein brennandi áhuga í at fáa greitt viðurskiftini í Klaksvík, men teir søgdu allir at lítli áhugin frá Almanna- og Heilsumálaráðnum og trýbýti millum Kommunu, land og Sjúkrakassa av ábyrgdini fyri økinum var høvuðsorsøkin til at viðurskiftini vóru so ógreið.
Hvør hevur ábyrgd
Ein lækni skrivar at hann ivast í hvørjum myndugleika hann skal senda brævið.
Ein annar skrivar, at hann fleiri ferðir hevur gjørt vart við viðurskifti hjá deildarleiðara i Almanna- og Heilsumálaráðnum, men at hetta hevur verið sum at stoytt vatn á gás.
Læknin er somikið illa nøgdur við viðurskiftini at hetta er beinleiðis orsøk til at læknin avgjørdi at fara úr starvinum í Klaksvík til frama fyri starv í grannalandi.
"Eg havi fleiri ferðir gjørt Almanna- og heilsumálaráðin varðugt við at tað er beinleiðis skeivt at kommunulæknastarvið, sum undirritaði er komin til, ongar sjúklingar hevur, tí sjúklingar standa í kø uttan fyri hurðina hjá læknanum við síðuna av!!
– Hvørjaferð eg havi gjørt vart við trupulleikan havi eg fingið at vita at Almanna- og Heilsumálaráðið ikki kundi gera nakað við trupuleikan, tí talan var um lokalar trupulleikar og síðani verið eg bara vístur til Sjúkrakassan! – Sjúkrakassin vísir bara á at sjúklingarnir sjálvir velja kommunulæknar og tá vikarar koma og fara er vónleyt at fáa teir at velja ein vikar, sum lækna. – Báðir partar tykjast vera totalt líkaglaðir."
Var snýttur til Klaksvíkar
Í einum brævi greiðir lækni frá hvussu ørðkymlandi tað er at vera settur lækni í Klaksvík undir skeivum, ja beinleiðis misvísandi fortreytum og so verða sleptur upp á fjall av Almanna- og Heilsumálaráðnum. Ongin leiðbeingin var, sum vísti hvørjar mannagongdir brúkast skuldi tá sjúklingar skuldu sendast til viðgerar og tá avroknast skuldi. Sambandið við Almannar- og Heilsumálaráðið var undir allan kritikk tí ongar informatiónir fingust til vega frá ráðnum.
Læknin endar brævði við at greiða frá hvussu gott samband hann hevði við sjúklingarnar, og tá hesin fór av landinum fekk hann fullan bil av øllum góðum úr havinum.
Hann rósar eisini samstarvinum við umsitingina hjá Klaksvíkar Býráð, sum hann sigur verða sera fyrikomandi og hjálpsama, men tó heldur hann at býráðið átti at havt eitt fólk burturav, sum varaði av kommunulæknunum og fylgdi tí sum var avtalað upp.
Eisini sigur hann at tá hann søkti starvið fekk hann fatan av at praksisin, var vælvirkandi við nógvum sjúklingum, men at hetta vísti seg einki hald hava í veruleikanum.
Fløktu viðurskiftini ein forðan fyri einari loysn
Ein fyrrverandi vikarur skrivar eitt longri bræv har hann við væl valdum orðum skrivar um trupuleikararnar í Klaksvík.
Eg havi verið sera glaður fyri tíðina í Føroyum og vóni at vitjað aftur einaferð í framtíðini. Hetta var ein lærurík tíð við sera vinsamum patientum, og einari fantastiskari náttúru.
Men tað eru nøkur viðurskifti, sum ikki liva upp til tað sum ein hevði roknað við tá undirritaði tók av starvinum í Klaksvík.
Hetta eru viðurskifti sum kundu verið við til at broytt støðuna kring kommunulæknastørvini í Klaksvík.
Áðrenn eg byrjaði í starvinum hevði eg havt eitt sera gott samband við Almanna- og Heilsumálaráðið gjøgnum teldupost.
Men sum lækna vikarur, á fyri meg einum ókendum staði, haldi eg ikki at instruktónin var nøktandi.
Eg fekk ein adressulista sendandi við stuttum, praktiskum upplýsingum, men hetta var langt frá tí sum mær tørvaði.
Í brævinum stóð at kommunulæknin sum eg skuldi avloysa skuldi seta meg inn í arbeiði. Men støðan var tann at tá eg kom til Klaksvíkar var kommunulæknin farin í hart tiltrongt farloyvi.
Áðrenn eg fór til Føroya kontaktaði eg Almanna- og Heilsumálaráði fyri at vita um ikki fleiri upplýsingar kundu fáast til vega, men fekk at vita at teir upplýsingarnir eg hevði brúk fyri kundu fáast í Klaksvík.
Komin til Klaksvíkar fann eg út av at tað faktist lá ein góður instruktiónslisti, sum ein av undanfarnu læknunum hevði skrivað.
Sum nýggjur kommulækni í Klaksvík fekk eg stórar trupuleikar við einum sera inviklaðum avrokningar- og lønarsystemi, sum eg als einki hevði fingið at vita um frammanundan ella hevði upplivað í teimum størvum sum eg hevði verið í. Harafturat var eitt heilt nýtt teldu-program sum teldu-leverandørurin skuldi læra meg at brúka. Men tíanverri var hesin farin í feriu.
Soleiðis byrjaði mín fyrsti arbeiðsdagur í Klaksvík, og satt at siga so kendi eg meg sleptan upp á fjall. Telefonin byrjaði at ringja beinanvegin, men eg sá meg skjótt noyddan til at steðga samrøðunum við sjúklingar og konsentrera meg um at læra meg hvussu skipanin í Klaksvík virkaði.
Alt hetta stríðið við innlæring var óneyðugt tí um Alamanna- og Heilsumálaráðið hevði havt skrivligar instruktiónir, so kundi ein byrjað at arbeitt fyrsta dagin.
Eg má samstundis undirstrikað at eg fekk stóra hjálp frá kollegunum í Klaksvík og frá mínum skrivara, men mínir samstarvsfelagar høvdu úr at gera og tí kundi eg ikki tilláta mær at órógva teir ov nógv. Men hóast tað so fekk eg stuðul og hjálp frá teimum.
Sum hinir læknarnir so skuldi eg beinanvegin inn í vaktarskipanina, men hetta var lættari sagt enn gjørt.
Tað var nevnuliga eingin læknataska til mín og tí noyddist eg "sjálvboðin" langt út á kvøldarnar fáa fatur á tilfarið sum kundi brúkast til eina læknatasku. Eg skilti á mínum samstarvsfeløgum at teir høvdu eisini havt líknandi trupuleikar.
Tað var ein eitt sindur løgin kensla at upplivað hvussu skeiv fordeilingin er av sjúklingum.
Í Klaksvík eru trýggjar læknaskrivstovur, men býtið av sjúklingum er soleiðis at til tíðir kann tann eina skrivstovan standa tóm fyri sjúklingar meðan hinar eru yvirfyltar.
Eg var kanska heldigur tí eg fekk tað skrivstovuna sum hevði eitt fitt tal av sjúklingum, men triðja stovan hevði so fáar sjúklingar at fleiri vikarar komu og fóru meðan eg var í starvið í Klaksvík.
Sum eg nevndi í byrjanini so var eg sera glaður fyri tíðina í Klaksvík og vónandi komið eg aftur til Klaksvíkar einaferð seinri. Eisini vil eg senda eina serliga heilsu fyri Klaksvíkar Kommunu fyri at hava sýnt stórt hjálpsemið.
Eg havi eisini í samstarvið við Kommununa roynt at tosað við aðrar læknar sum kundu hugsað sær at roynt seg í Føroyum, men næstan allir leypa frá tá eg forklari teimum um tær ymisku reglugerðirnar, lønarskipanirnar o.s.fr..
Sum støðan er í løtuni roknar Almmana- og Heilsumálaráðið bara við at vikararnir sum verða settir sjálvir, í teirra frítíð, skulu fáa øll ógreið viðurskifti upp á pláss.
Tá eg yvir fyri Almanna- og Heilsumálaráðnum gjørdi vart við mína misnøgd fekk eg bara at vita at eg skuldi akseptera tingini sum tey vóru ella kundi eg bara fara. Tað tykist fyri mær sum um Almanna- og Heilsumálaráðið bert hevur áhugað í at onkur er í starvinum í Klakvík, og hvussu umstøðurnar eru hevur als ongan áhugað fyri tey.
Kritikkurin hjá mær er vælmeintur, men eg eri sannførdur um at tey fløktu viðurskiftini, sum eg upplivdi í skipanini, tíðina eg var í Klaksvík, eru ein forðan fyri at fáa eina nøktandi kommunulæknaskipan at virka.
Føroyar hava so nógv at bjóða og tí eri eg sannførdur um at um partarnir sum varða av økinum høvdu ein veruligan vilja til at loysa trupuleikarnar, so høvdu umsøknirnar hjá læknum til størvini í Føroyum fleirfaldast.
Ljós fyri framman
Í hesum døgum verður seinasta hond løgd á læknamiðstøðina í Klaksvík, og tað eru fleiri, bæði læknar og myndugleikar sum spent bíða eftir at hon verður tikin í brúk.
Saman við Norðoyatunnlinum verður roknað við at ein loysn finst á støðuni hjá Kommunu læknaskipanini í Klaksvík.
Umframt at kommunulæknarnir á Heilsumiðstøðini fáa góðar umstøður at húsast í so er ætlanin at læknarnir skulu samstarva um m.a. felags arkiv, sjúkrasystrar og skrivarar.
Við Norðoyatunnlinum verður møguleiki at samskipa vaktirnar, sum eru uttan fyri vanligu arbeiðstíðirnar hjá kommunulæknunum við Eysturoynna, Streymoynna og Vágarnar. Ein slík vaktarskipan hevði sloppið kommunulæknunum í Klakvík undan eini stórari arbeiðsbyrðu, og tí hevði nýggja vaktarskipanin saman við nýggju umstøðunum á Heilsumiðstøðini óivað gjørt tað meiri hugaligt at søkt starv í Klaksvík.
Ein kann so vóna at hetta kemur at fáa øll fýra læknastørvini í Klaksvík sett við kommunulæknum í føstum starvi, men tað er kanska at vænta sær ov nógv, tá støðan í dag er at vit bert hava tann eina kommunlæknan í føstum starvi.
Komandi ár missa vit báðar læknarnar sum í dag eru vikarar í Klaksvík, og so skulu aftur nýggir læknar mannað teirra sessir.




