Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lastbilur oman av tunnellvegnum

John William Joensen

Tað stóðst ikki mannskaði tá ein lastbilur fór út av tunnilsvegnum norðan fyri bygdina Norðtoftir á Borðoynni

Bilførarin á Lastbilinum, Kári Jacobsen, greiðir frá at á veg oman í Depli møtti hann eini gravkúgv, og endin var at hann fór á rull oman av vegnum.
Eg royndi at koyra so langt út móti autoverjuni sum gjørligt, men bráddliga tók annað forhjólið í autoverjuna og bilurin varð drigin av vegunum.


Eingin mannskaði stóðst av óhappinum, men Kári sigur at tað var øðiligt at føla at bilurin fór á rull.


– Tíbetur var ferðin so lítil tá eg fór út av vegnum og tí var stoyturin ikki so harður, og bilurin fór ikki runt.

Harleyfacadeacryl