Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðalundin skal brúkast meira

Oliver Joensen

Býargartnarin er í ferð við at gera nýggja gongugøtu niðan við Gravará. Her er júst vakrasti parturin av ánni.

Fólk í Klaksvík eru farin at ganga nógv og hetta havi eg hildið at kommunan eigur at stuðla undir við at gera fleiri gøtur burtur frá ferðsluni.
Eitt klípið til hesa hugsan eru vit í fer við at gera norðanfyri Gravará av Oyravegnum og til ovara partin av viðalundini úti í Grøv. Ovari parturin av viðalundini, sum liggur omanfyri Oyravegin hevur verið ov lítið brúktur eftir mínum tykki, og tað er helst tí, at hesin parturin ikki er so atkomiligur sum tann niðari. Tí eru vit farnir undir hesa gøtuna, ið liggur dygst við teir vakru fossarnar í Gravar á, og omanfyri Oyravegin har vit nú gera gongugøtuna liggur júst vakrasti parturin av ánni.
Eg kundi ynskt, at vit seinni fingu høvi at gera eina brúgv yvir um ánna, soleiðis at hugaligari var at brúka ovara partin av viðalundini, sigur Hans Hjalti Skaale, býargartnari.