Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólaskipið komið til Klaksvíkar

Oliver Joensen

Kl. 18 stundisliga, stevndi Jólaskipið inn á Klaksvík. Sera nógv fólk vóru savnaði á vestara kajøki, hóast sera kalt var í veðrinum.

14. árið á rað, stevndi Jólaskipið inn á Klaksvík. Móttøkan var ófør og ein hópur av børnum og vaksnum tóku ímóti, onkur helt at ikki minni enn 2000 fólk vóru á støð. Av skipinum gekk leiðin hjá jólamonnunum niðan móti Stoksoyravegnum, har reiðmenn á hestbaki, hornorkestur, brandbilar, ambulansar hornorkestur og politi bíðaðu og síðani fóru øll til gongu heim gjøgnum býin ímeðan hornblásturin ljómaði hugnaliga frá Klaksvíkar Hornorkestri.
Føroya banki hevði gjørt nógv burturúr, tá fylgið kom framvið har, tí har vóru nissur í hvørjum vindeyga við livandi ljósi.
Komin niðan á fótbóltsvøllin, var sera hugnalig løta, har Niclas Heri Jákupsson beyð øllum vælkomnum og gav síðani orðið til borgarstjóran Steinbjørn O. Jacobsen, ið helt stutta røðu. Ein sangbólkur úr KFUM undirhelt við sera góðum sangi, og eisini ársins vinnari av Nósa-Grandprix sang tvey yndislig løg.
Síðani skuldi tiltakið Ársins Rósa kunngerðast og eftir at Steinbjørn O. Jacobsen hevði hildið áhugaverda talu, har hann millum annað læs burturúr mongu tilmælunum um Ársins Rósu, kunngjørdi hann at valið í ár var fallið á Karl Josephsen. Karl fekk lógvabrestir sum hoyrdust runga millum fjøllini.

Harleyfacadeacryl