Í FSF-tíðindum sum komu beint undan jólum, stendur at nýggj krøv frá UEFA seta nógv størri krøv til feløgini
Beint undan jólum kom seinasta útgávan av FSF-tíðindum í sølubúðirnar, og har sendur m.a. at nú skulu grannskoðaðir roknskapir vera til at skapa størri gjøgnumskygni og kapping á jøvnum føti.
FSF-TÍÐINDI:
"Rákið í stórt sæð øllum viðurskiftum hevur seinastu árini gingið støðugt tann vegin, at tryggjast skulu javnbjóðis viðurskifti í sambandi við kapping. Størri felagsskapir sum ES arbeiða áhaldandi fyri størri opinleika og at minka um ójavnað ávirkan innan kapping.
Sum tann fyrsta altjóða ítróttarsamgongan fór UEFA undir verkætlanina "UEFA Club Licensing System", sum vit í Føroyum nevna "Minstu krøvini frá UEFA til feløgini".
Henda skipan leggur sera stóran dent á at tryggja javnbjóðis kapping, soleiðis at skilja at øll feløg sum luttaka, og sum hava møguleika fyri at spæla seg til UEFA kappingar fyri lið, skulu lúka somu krøv.
Tói eru nøkur øki, har undantøk eru givin, men eru hesi stórt sæð av givnum orsøkum so sum fysiskum ella mantalsligum orsøkum, tó er tað so at fleiri og fleiri lond krevja at øll londini eru undir somu skipan, men er tað sjálvandi ógjørligt, men hetta kemur óiva at seta størri krøv til smærri tjóðirnar í framtíðini og tí er neyðugt at smærri tjóðirnar halda saman og samansjóa síni sjónarmið har tað ber til.
Eins umstøður
Í sambandi við minstu krøvini frá UEFA verður eisini strammað upp á fíggjarliga økinum, bæði hvat viðvíkur gjøgnumskygni og kappingaravlagan. Eisini skal roknast við, at ávís krøv verða sett til rakstrarúrslit og eginogn, eins og hvussu nógvan pening feløgini fáa loyvi at brúka til keyp og løn til leikarar.
Vit kenna ikki smálutirnar, men fyrst í komandi ári skal roknast við, at fyrstu ábendingarnar fara at koma frá UEFA viðvíkjandi framhaldandi fíggjarliga partinum.
Nú fyrsta árið skal gerast upp eftir nýggju skipanini, har øll feløgini skulu lata inn grannskoðaðan roknskap sambært partafelagslógini, er tað umráðandi, at øll fíggjarlig viðurskifti eru greið, at gjøgnumskygni er í roknskapinum, og at alt virksemi er at finna í roknskapinum.
Eisini skal verða sum mest av notum – her verður hugsað um allar skyldur, sum felagið hevur – vanligar rakstrarinntøkur- og útreiðslur eins og avtalu og sáttmálabundnir ágóðar og skyldur.
Sum so kann sigast at hetta fyri ein stóran part eru viðurskifti sum koma inn á okkum uttanífrá í sambandi við altjóða luttøku, men fyri okkara heimligu kapping eigur hetta eisini at hava størsta áhuga, tí roknst má við, at øll feløgini ynskja at kappast undir somu fyritreytum, og at FSF tryggjar at so er.
Hvussu feløgini fáa til vega inntøkur er ofta ein spurningur um nærlagni hjá leiðslunum, men um størri gjøgnumskygni og kappingarjavni skal verða millum feløgini, er neyðugt at tær skipanir sum kommunur og tað almenna hava, eru greiðar og gjøgnumskygnar, og at øll feløgini hava somu rættindir og skyldur."




