Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heini O. Heinesen afturvaldur

John William Joensen

Bygdarráðsformaðurin í Kunoyar/Haralds-sunds kommunu hesi seinastu 28 árini, varð á fundi 21. desember afturvaldur til formann tey komandi fýra árini.

Sigast má, at Heini O. Heinesen hevur staðið sera sterkur tá talan er um kommunalpolitikk.
Hóast bygdirnar Haraldssund og Kunoy eru í somu kommunu, so kappast bygdirnar sjálvandi, tí má tað sigast vera ein álitisváttan av teim heilt stóru til Heina O. Heinesen at vera afturvaldur til formann í kommununi.
Takast skal eisini við, at fimm fólk sita í bygdarráðnum á Kunoynni og av teim fimm eiga Haraldssundsmenn tríggjar limir.
Nakað av spenningi var frammanundan valinum av bygdarráðsformanninum hesaferð, tí tað sær út til at Kunoyar Bygd veksur skjótari enn bygdin í Haraldssundi og tá Haraldssund hesaferð hevði meirilutan í bygdarráðnum, varð roknað við at Haraldssundsmenn fóru at seta øll segl fyri at vinna borgarstjóran hesaferð, tí møguliga verður hetta seinasta ferðin at Haraldssundsmenn fara at eiga meirilutan í bygdarráðnum. Í hvussu so er um tølini um fólkavøkstur í bygdunum báðunum fer at halda somu kós.
Men Heini O. Heinesen varð afturvaldur og tað má sigast at vera ein stór álitisváttan til hansara.
Tá Norðlýsið óboðið vitjaði Heina O. Heinesen týsdagin, var ikki sørt at vit merktu at Heini var fegin um at vera afturvaldur.
Hann undirstrikaði fyri okkum, at hann als ikki gjørdi mun á bygdunum. Eg meti tað hava stóran týdning fyri kommununa sum heild, at báðar kommunurnar fáa so góðar umstøður sum møguligt og tað er ongin orsøk til at favøriserað aðra bygdina framum hina, tí tað er kommununa vit skulu menna.
Vit hava lægsta skattaprosentið í landinum og harafturat er ein útstykking í Kunoy nærum liðug og farið verður undir vegagerð til útstykking í Haraldssundi.
Tá vit komu eitt sindur inn á prátið um samanlegging við Klaksvík, sigur Heini, at hann ongantíð hevur sett seg ímóti eini samanlegging um so er at borgararnir vilja tað. Hinvegin heldur hann tað vera eina styrki fyri Kunoynna at hava eitt bygdarráð sum kann arbeiða fyri lokalum viðurskiftum.
Hinvegin hava vit eitt gott samstarv við Klaksvíkar Kommunu, og tað samstarvið skulu vit halda fast um og kanska byggja út.
Um gongst eftir ætlan, so fer Heini O. Heinesen um fýra ár, at hava sitið sum bygdarráðsformaður í 32 ár og tað verður helst ringt hjá nøkrum at gera honum eftir.