Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So er venjingin hjá KÍ byrjað

John William Joensen

Týskvøldið byrjað venjingin hjá 1. deild hjá KÍ aftur, og hóast vøllurin var hvítur, var gott lag á spælarunum, nú teir fara undir eitt langt kappingarár við nógv fleiri dystum enn vanligt

1. deildarvenjarin Ove Flidt Bjerg hevur nú sent boð eftir sínum spælarum fyri at fara undir fyrireikingarnar til kappingarárið 2005.
Fýra dagar eftir nýggjárið vóru spælarar í 1. deildarhópinum til venjing fyri fyrstu ferð, og tað var Dánjal Jákup Joensen, sum tók sær av venjingini.
Ove Flindt Bjerg kemur til landið seinni í januar mánaði, og fram til tá verður tað hjálparvenjarin Dánjal Jákup, sum skal taka sær av venjingini.
Tað eru onkur nýggj andlit at síggja á vøllinum í Djúpumýri í ár, og tað er at fegnast um, samstundis sum tað altíð er spell at missa góðar spælarar til onnur feløg.

Fleiri nýggir
Heðin á Lakjuni, sum hevur spælt bæði í B36 og HB, er nú komin aftur til KÍ at spæla, og tað kann hann gera sum føroyameistari og kanska besti spælari hjá HB í fjør.
Hjalgrím Elttør hevur verið uttanlands í eitt ár, har hann hevur spælt við danska felagnum Fremad Amager. Sáttmálin við teir gekk út á nýggjárinum, og nú er Hjalgrím komin heimaftur at spæla fótbólt.
Karstin Joensen var í fjør málmaður hjá ÍF, og hann varð kosin til ársins spælara í felagnum, men nú er hann aftur í KÍ, her hann skal loysa Jákup Mikkelsen av. Karstin spældi fyrraárið á 1. deildarliðnum hjá KÍ, og hann stóð seg sera væl.
Umframt hesar er ein spildurnýggjur spælari komin til Klaksvíkar. Tað er ÍF-spælarin Høgni Madsen, sum eisini hevur spælt í GÍ. Høgni er miðvallarspælari, og leiðslan í KÍ hevur gjørt avtalu við hann fyri næsta árið.

Teir flestu frá í fjør
Afturat øllum hesum eru eisini teir flestu av spælarunum frá í fjør klárir til eitt langt kappingarár afturat – Arnold Joensen, Ove Nysted, Erling Fles, Atli Danielsen og aðrir verða við aftur í ár, meðan tað er meira ivasamt, hvussu tað verður við meira royndum profilum sum Jan Joensen, Harley Bertholdsen, Allan Joensen og Alexander Djordjevic.
Summir eru plágaðir av skaðum, meðan onkur hevur umhugsað at gevast við fótbólti á hægsta stigi. Nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður við teimum.
Onkrir spælarar eru farnir úr KÍ og verða ikki við næsta ár. Niclas Niclasen og Jákup Mikkelsen hava gjørt avtalur við B36, meðan málmaðurin Meinhardt Joensen, sum spældi eitt hálvt ár við B68 í fjør, skal í ár verja málið hjá GÍ.
Umframt allar hesar eru eisini onkrir ungir spælarar, sum fara at blanda seg alt meira upp í, so ikki kann sigast annað, enn at KÍ hevur nógv fólk at taka av í ár og eigur at kunna blanda seg upp í toppstríðið.

Kappingin longri
Enn er tað ikki endaliga avgjørt, men tað liggur í kortunum, at fótbóltskappingin verður longd. Seinnu árini hevur verið vanligt við 18 dystum í landskappingini, men í ár verður ein helvt fleiri dystir – 27 tilsamans.
Tá ið feløgini fundaðust í heyst var eitt uppskot um at fáa fleiri landskappingardystir til viðgerðar, og feløgini vóru hugað fyri hesum uppskoti. Hetta mál verður tí fyrireikað endaligt til aðalfundin í næstum, og tá skal tað eisini avgreiðast endaligt.
Verður tað, sum ætlanin nú er, so byrjar landskappingin fyrri, enn hon hevur gjørt, summarsteðgurin verður styttri og spælt verður eitt sindur longri út á árið.
Samstundis verða færri dystir í steypakappingini, tí hon skal ikki longur skipast við bólkaspæli, men bara sum cup-skipan.

Harleyfacadeacryl