Við einum 4-0 stórsigri á Tofta Talvfelag í Skákinum sunnudagin,
samstundis sum Havnar Telvingarfelag vann 3-1 á hvalvíkingum, styrkti Klaksvíkar Talvfelag sína oddastøðu í sterkast talvkappingini her á landi.
Støðan í 1. deild er nú henda:
1. KTF 21 stig
2. HT 18,5 stig
3. TFS 15,5 stig
4. KT 12 stig
5. VT 12 stig
6. TT 4 stig
Sigursharrarnir við talvborðini hjá KTF í dag vóru hesir:
KTF – TT 4 – 0
Heini Olsen – Andreas Andreasen 1 – 0
Ólavur Simonsen – Helgi Joensen 1 – 0
Finnbjørn Vang – Justinus Hansen 1 – 0
Rani Nolsøe – Oddmar Andreasen 1 – 0




