Eg havi tað gott her og eri vælsignaður við góðari heilsu, segði 99 ára gamli Eliesar Sørensen, tá vit komu framvið meðan hann skumpaði kava uttanfyri.
Tað man ikki vera so mongum beskorið at vera so mikið byrg tá tey eru 99 ára gomul, at tey kunnu fara útum at skumpa kava fyri inngongdini. Men tað klárar 99 ára gamli Eliesar Sørensen, sum 23/11 í ár fyllir 100 ár.
Ein granni hjá Eliesari ringdi til okkara og helt at vit áttu at tikið eina mynd av Eliesari, tí grannin helt at stuttligt var at síggja hvussu skjótt hann skumpaði. Og sjálvt um vit fóru í bilin beinanvegin, so var Eliesar liðugur at skumpa tá vit komu. Men vit fóru innar at vita um vit ikki fingu hann út at skumpa eitt sindur afturat til æru fyri myndamanninum og tað var lag á manni.
Eg havi tað gott her, segði Eliesar. Heimahjálpin kemur hvønn dag og setur mær døgurðan til reiðar, eg eri nakað blindur, so hon smyr mær eisini breiðið til nátturðan og restina klári eg sjálvur.
Sonurin, sum títt vitjar meg heldur eisini, at eg kann ikki hava tað betur nakrastaðni enn her heima hjá mær sjálvum, so eg havi nógv at takka fyri.




