Fótbóltsdeildin boðar til leikarafund í Cafe KÍ kl. 19:30 í kvøld og við á fundinum verður eisini høvuðsvenjarin Ove Flindtbjerg
Fundurin í kvøld er fyri leikarar sum ætla at venja við 1. og 2. liði og unglingunum.
Høvuðsvenjarin komin heim
Hóast Ove Flindtberg ikki hevur verið í Klaksvík síðani kappingin endaði í fjør so hevur 1. liðshópurin vant regluliga síðandi fyrsti í hesum mánaðinum.
Tað er hjálparvenjarin, Dánjal Jákup sum hevur staði á odda fyri venjingunum.
– Eg eri sera glaður um at vera aftur í Klaksvík, og eisini eri eg nøgdur um at venjigarnar hava gingið sera væl.
– Eg eri eisini sera fegin um at staðfesta at eitt nú Erling Fles og Ove Nysted eru komnir inn í hitan hjá landsliðsvenjaranum, og fer hetta uttan iva at menna teir sum leikarar.
Vit hava eina samrøðu við høvuðsvenjaran í blaðnum seinri í vikuni.




