Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt fantastiskt lið avrik

John William Joensen

Tað var ein ein heilt serlig kensla at vera tann sum hevði seinastu hondina á avgerandi bóltinum, sigur nú skjótt 43 ára gamla Marjun Kalsø

Flogbólts veteranurin, Marjun Kalsø, var sum verða mann ovurfegin fyri finalusigurin.
– Sigurin hjá okkum var eitt liðavrik har allir liðirnir í ketuni hildu til trýsti.
Tað var Marjun Kalsø sum hevði hondina á seinasta og avgerandi bólinum, og Marjun sigur at tað kendist sera gott.
– Ofta undir venjing plaga vit at skemtast við at fáa avgerandi bóltin, og tí var tað sjálvandi eisini ein serlig uppliving av tað var eg sum bleiv tann hepna.
 
Avgerandi bólturin
Tað var Lena í Buð sum servaði og bólturin kom beinanvegin yvir aftur um netið har Anna Jacobsen hevði eina perfekta móttøku, soleiðis at bólturin var hevaður fram móti Marjun Kalsø sum ístaðin fyri at heva bóltin út á kantin, valdi at sletta bóltin upp um netið.
– Eg varnaðist at eing blokkur var við netið og tað eydnaðist at fáa bóltin í gólvið áðrenn nakar varnaðis.
Marjun er sum omanfyri nevnt 42 ára gomul, og Marjun vantar at hetta var seinsti bólturin hon nemur í einari steypafinalu.
– Eg havi ongar ætlanir um at gevast frá degi til dags, men tað er greitt at mín partur fer at glíða meiri út av vøllinum til at vera ein stuðul hjá yngru leikarunum.
– Eg fari neyvan at gevast við flogbóltinum men fari óivað at royna meg í lægri deildunum.